Sandur tekur risafet inn í framtíðina

- Útstykkingin og barnagarðurin verða risafet inn í framtíðina, og framtíðin sær bjørt út fyri kommununa, siga tey í Sands kommunu í dag.

Dagurin í dag er ein serligur dagur hjá Sands kommunu, tí í dag varð nýggja útstykkingin og grundstykkið undir nýggja barnagarðinum handað kommununi. 

 

- Útstykkingin og barnagarðurin verða risafet inn í framtíðina, og framtíðin sær bjørt út fyri kommununa.

 

Á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu verður lagt aftrat, at áhugin at ogna sær eitt av grundstykkjunum er ovurstórur.

 

- Tað er øktur áhugi fyri at búseta seg í bygdini, nú Sandoyartunnilin er veruleiki, siga tey í Sands kommunu.

 

Sands bygdarráð hevur staðið saman um frambrotið, og í dag takka tey eisini J&K Petersen fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

 

Tað er nevniliga J&K Petersen, sum hava gjørt lendisarbeiðið, vegir og annað bæði til nýggju útstykkingina og undirlendið til barnagarðin.

 

- Tá Umhvørvisstovan er liðug at sundurbýta grundøkini, er klárt at útluta. Vónandi gongur tað ikki alt ov leingi, tí vit hava vónríkar keyparar, siga tey í Sands kommunu. 

 

##med2##

 

 

 

Í dag varð nýggja útstykkingin og grundstykkið undir nýggja barnagarðinum handað kommununi.