Í minsta lagi 13 fólk hava latið lív, síðani tann tropiski stormurin Sandy kom inn yvir amerikonsku eysturstrondina í nátt. Í statunum New York, New Jersey, Maryland, Pennsylvania, West Virginia og North Carolina eru 12 fólk deyð, og løgreglan í Toronto í Kanada sigur, at har doyði ein kvinna, tá okkurt feyk á hana.
Samstundis er greitt, at í hvussu er ein av manningini á træskipinum Bounty doyði, tá skipið sakk í gjár. 16 mans vóru við skipinum. Tað eydnaðist sjóverjuni at bjarga 15 teirra, men ein doyði seinni á sjúkrahúsi. Skiparin er ikki komin afturíaftur.
Sandy hevur elvt til stóra vatnflóð í býnum New York. Tíðindastovurnar skriva, at bilar flóta í gøtunum (myndin), og at undirgrundarbreytin stendur undir vatni. Fleiri milliónir ameriikanarar hava mist streymin.