Búskaparligi uppgangurin hevur verið ógvuliga ymiskur seinnu árini. Vit hava kommunur, sum eru tiknar av fótum í viðgongd, meðan aðrar hava virkað stórt sæð óávirkaðar. Sum hava roynt at svara hvørjum sítt, herundir barst við gamla skuld frá nítiárunum.
Soleiðis eisini við Sands Kommunu, sum seinastu átta árini, hevur rindað u.l. 30 mió.kr í rentum og avdráttum. Tað er ikki so lítið, tí inntøkuan hjá kommununi í sama tíðarskeiði hevur verið góðar 90 mió.kr. Vert er at leggja sær í geyma, at tað var ein rættiliga niðurslitin kommuna, sum eg og mínir starvsfelagar yvirtóku fyri átta árum síðani. Saman við fólkinum her á Sandi, hava vit smátt um smátt endurbygt kommununa og tilboðini til borgaran, men við einum nærum slóknaðum parti av fiskivinnuni og einum lutfalsliga lítlum borgaraparti í besta arbeiðsaldri, so er uppgávan í dag, ógvuliga, ógvuliga møtumikil.
Hóast vit á ongan hátt havi verið í miðlunum og gramt okkum um støðuna, snøgt sagt tí at vit meta at tað ikki ger støðuna betri, so kenni eg meg nú, borgarinnar vegna, kroystan at gera vart við støðuna.
Sum lítil eind, hóast samanløgd, so hevur Sandoyggin ógvuliga truplar fortreytir í løtuni. Sandoyartunnilin fekk eitt skot fyri bógvin og tað hevur ikki gjørt støðuna betri.
Ætli mær tí at spyrja landsins myndugleikar, um tit fara at góðtaka at vit seta kommunuskattin til 48 % í eitt tvey ára skeið, fyri á tann hátt at niðurgjalda skuldina, sum annars er um at kvala kommunala raksturin, nú rentan er á veg uppeftir aftur...
...ella ætla tit at sanera hesar kommunurnar, sum ikki fingu lut í fíggjarligu viðgongdini, niður í eina hálva álíkning og harvið geva teimum fortreytir, sum gera tað gjørligt at yvirliva sum kommuna.
Tit hava eisini møguleikan at gera eina samhaldsfasta javningarskipan sum tryggjar at vit øll eru borgarar í Føroyum, við nøkulunda javnbjóðis fortreytum. Einki at gera, er at trýsta kommunurnar til kreativar loysnir og tað er neyvan til gagns fyri nakran.