Sangari í 200 í brennideplinum á Rás2

Niels Arge Galán svarar naskum spurningum um tónleikin hjá 200 í Morgunsendingini á Rás2 í morgun. Jógvan á Lakjuni fær eisini sína sak fyri Heitasta navnið í føroyskum tónleiki í løtuni er uttan iva 200. Punkbólkurin við teimum politisku tekstunum hevur verið í andglettinum seinastu dagarnar, og ein av teimum, sum hevur funnist at teimum, er fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni.

 

Í Morgunsendingini á Rás2 í morgun leggja bæði Niels Arge Galán, sangari í 200, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, leiðina framvið.

 

Niels Arge Galán verður gestur stutt eftir klokkan 9, og seinni vitjar Jógvan á Lakjuni.

 

Hevur tú okkurt at spyrja teir báðar um, ber til at senda spurning við sms-boðum á tlf. 559999.

 

Í sendingini í morgun verður eisini tosað við mann, sum granskar í norðurlendskum krimibókmentum. Bilaserfrøðingur fer at siga okkum, hví Mini-bilurin var eitt nýbrot fyri 50 árum síðani, og prátað verður við Eivør Pálsdóttir, sum hevur konsert um vikuskiftið. Eisini verður kapping um ein góðan vinning.

 

Morgunsendingin á Rás2 er at hoyra millum klokkan 9 og 12.