Húsið verður opið frá kl. 20, so til ber at fara runt í húsinum. Sangløtan verður kl. 21. Umframt sangkórið koma Triple-Trio, Dupultkvartettin, Váli og ein gentutrio at syngja. Trý ungfólk fara at spæla hvør sítt klassiskt stykki á violin og cello. Og so verður felagssangur. Aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn. Løtan er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Kl. 22.30 verður ein ungdómskonsert á parkeringsøkinum norðanfyri Ebenezer.