Sannførandi ÍF sigur á Argjum

Lagið er gott í ÍF leguni. Í kvøld hava fuglfirðingar vitjað á Argjum, og teir eru á veg til hús aftur við sannførandi 2-0 sigri.

Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. ÍF hevði bóltin meiri í 1. hálvleiki, men tá eydnaðist ikki at skapa stórvegis málmøguleikar.

Í 2. hálvleiki vísti ÍF munandi størri vilja enn heimaliðið, og tvær ferðir eydnaðist tað at skora.

Øssur Dalbúð skoraði til 1-0 eftir tíggju minuttir, og hann legði upp til 2-0 málið, sum Nenad Saric skoraði, tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin.

- Spælið er ikki nóg gott í løtuni. Nú er neyðugt at gera nakað og stríðast meiri, tí annars verður tað galið í botninum, staðfesti Evrard Blé í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2, tá ið dysturin var liðugur.

- Fyri okkum hevur tað sera stóran týdning, at vit vunnu trý stig. Eftir steðgin megnaðu vit at spæla okkum til upplagdar møguleikar, og tað var gott, at vit skoraðu tvær ferðir, staðfesti Øssur Dalbúð, sum skoraði fyrra ÍF málið og legði upp til seinna málið.

 

AB-ÍF 0-2 (0-0)

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Tórður Thomsen - Tummas Justinussen, Tehe Aristide, Mortan Overgaard (Evrard Blé, 17.), Alex Mellemgaard - Mortan úr Hørg, Kenneth Jacobsen, Jobin Drangastein, Dion Splidt (Jákup Dam, 73.) - Stig Roar Søbstad, Nikolaj Eriksen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgard -Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Karl Løkin, Andy Olsen - Nenad Saric, Øssur Dalbúð

Gult kort: Karl Løkin

 

Rógvi Jacobsen er ikki á ÍF liðnum, sum í løtuni spælir á Argjum. Landsliðsspælarin hevur framvegis skaða at dragast við, og hann er heldur ikki á beinkinum.

Øssur Dalbúð er fremstur í ÍF álopinum.

Fuglfirðingar hava í 1. hálvleiki havt bóltin væl meiri enn teir á heimaliðnum.

 

AB noyddist eftir eitt korter at skifta stóra miðverjan Morten Overgaard út. Hann var so mikið skaddur í øðrum fótinum, at tað ikki bar honum til at halda fram. Evrard Blé varð settur inn á miðvøllin, Tummas Justinussen varð fluttur av vongverjanum í høgru og inn í miðverjuna, og Mortan úr Hørg varð fluttur av miðvallarplássinum í høgru og aftur á høgra vongverjan.