Sannførandi sigur til B68

Tað endaði 3-1 til B68 í Fuglafirði. Nýggi danski álopsspælarin, Brian Andresen, skoraði tvey mál í 1. hálvleiki, og tá ið tvífaldi málskjúttin í 2. hálvleiki noyddist at taka seg av vøllinum, tí hann var skaddur, var tað avloysarin, unglingaspælarin Jóan Símun Edmundsson, sum økti um leiðsluna til 3-0.

Fram ímóti dystarenda minkaði ÍF um munin. Málskjútti úr stuttari fjarstøðu var Andy Olsen, sum harvið skoraði fyri fyrstu ferð, síðani hann fyrr í summar flutti úr NSÍ og til ÍF.