Tað var rættuliga sjónskt í góðveðrinum í Fuglafirði hóskvøldið, at tað var eitt fullmannað 1. deildarlið við nógvum royndum spælarum, sum vitjaði eitt ungt og harvið óroynt 2. deildarlið, ið saknaði fleiri av spælarunum, sum gjørdu um seg, tá B36 vitjaði fyri sløkum tveimum vikum síðani.
B68 hevði tak á bóltinum nógv størsta partin av tíðini. Teir fingu tvey mál beinanvegin ? fyrst sneiddi Súni Fríði Johannesen seg leysan av fleiri og skoraði, og so umsetti Jan Petersen brotsspark í netið aftanfyri gamla liðfelagan, Allan Joensen.
Trygga leiðslan hevði við sær, at talan ongantíð gjørdist um stríð. Á B68 liðnum royndu teir at flyta bóltin skjótt millum sín. Tað tóktist ikki vera so torført, men tað var sjáldan, at teir spældu seg til teir stóru møguleikarnar.
ÍF saknaði álopsmenninar Bárð á Lakjuni og Rúna Petersen. Hin fyrri er skorin í knænum og verður ikki tøkur aftur fyrr enn um tríggjar vikur. Hin seinni var leikbannaður eftir útvísingina móti B36.
Tað sást ikki á vøllinum ta ferðina, men í steðginum ? bara eina lítla løtu eftir at Rúni Petersen hevði fingið reyða kortið ? gav Oddmar Andreasen Bárði Mortensen, sum orsaka av skaða var útskiftur tíðliga í 1. hálvleiki, reyða kortið ? ivaleyst fyri at mótmæla útvísingini av Rúna Petersen. Tað var orsøkin til, at Bárður Mortensen ikki spældi við hóskvøldið.
Fuglfirðingar høvdu ongar upplagdar møguleikar, og í 2. hálvleiki fingu teir fyrsta hornasparkið, tá tað restaðu sjey minuttir.
Tá var støðan 3?0, eftir at Súni Fríði Johannesen við sera snildum lobbara hevði økt um munin. Øssur Hansen fekk stutt fyri leiklok síðsta málið. Hann var fyrstur á, eftir at Allan Joensen hevði hálvbjargað brotssparki frá Jan Petersen, ið sendi bóltin í sama stað, sum hann hevði gjørt fyrru ferðina.
jh
Løgmanssteypið
Bólkaspælið
Hósdagin 6. apríl
ÍF?B68 0?4 (0?2)
0?1: Súni Fríði Johannesen
0?2: Jan Petersen br
0?3: Súni Fríði Johannesen
0?4: Øssur Hansen
Dómari:
Sjúrður Norðbúð