Í morgin 1. mai verður Susanne Malena Poulsen, vanliga kallað Sannilena av Lofti, á Eiði, 99 ár. Sannilena er ættað úr Tjørnuvík. Mamman var Súsanna og fosturpápin var Jákup Michael Hansen, við Garð. Tey vóru trý systkin. Umframt Sannilenu vóru tey Hans Michael og Herborg. Sannilena var elst og er einsamøll eftir.
Tá Sannilena fór úr skúlanum 14 ára gomul, var vanligt at fara út at arbeiða. Men hetta kundi Sannilena tó ikki gera beinanvegin. Mamman var sjúklig, so Sannilena mátti vera verandi heima at gera tað, sum var at gera í einum heimi tá í tíðini, sum til dømis at ganga til neytar og tílíkt.
Men tá Sannilena var 17 ár, fór hon til Havnar at vera í húsi hjá Jens Paula í Dali, sum hevði navigatørskúla heima hjá sær sjálvum. Her var sum rímiligt er nógv at gera. Men boð vóru eftir henni at koma norður aftur til Tjørnuvíkar at hjálpa mammuni. Men Sannilena lovaði tó, at hon skuldi koma aftur til Havnar, um tey hjá Jens Paula sendu boð eftir henni, og tað gjørdu tey eisini. Tískil kom Sannilena at halda 18 ára føðingardag hjá Jens Paula. Hon minnist eisini føðingardagsgávuna, hon fekk frá konu Jens Paula, Poulinu. Hetta var ein so vakur summarkjóli.
Sannilena var eisini nógv í Norðskála hjá mostir og mammubeiggja sínum, og tað var her, at tað rann saman millum hana og eiðisdrongin Pedda av Lofti.
Men hon var tó ikki til reiðar at giftast so beinanvegin. Fyrst mátti hon fara til Havnar at læra at seyma. Hetta gjørdi hon hjá Fíu, konu Wenzel Petersen, í Quillingsgarði, og var hetta fyrst í 1930.
Tá hevði hon eitt merkiligt upplivilsi. Hon var barnsdómsvinur við Jógvan Hendrik, Henge, Heinesen, og tey vóru so sera væl. Henge hevði fylgt Sannulenu ávegis, tá hon fór úr Tjørnuvík til Havnar. Beint aftaná fer hann við Ernestinu til Íslands, og Henge er ein av teimum, sum doyðu í teirri vanlukkuni saman við millum øðrum pápa sínum Jógvan Elias. Eitt kvøld, Sannilena fer til songar, hoyrir hon eitt so merkiligt skav, sum hon hoyrir alla náttina, so hon illa fær sovið. Tað fanst eingin náttúrlig frágreiðing fyri hesum ljóði. Tá Sannilena fær deyðsboðini skilir hon, at hetta var júst somu nátt, manningin á Ernestinu hekk í rigninginum í kulda og kavaroki, eftir at skipið var farið á eitt sker. Tá tað lýsti fyri degi vóru átta mans farnir í havið. Seinni uppkallaði Sannilena fyrsta barnið eftir feðgunum báðum.
Seymiskeiðið vardi í tríggjar mánaðir, og tær vóru fýra á skeiðinum. Komin aftur til Tjørnuvíkar seymaði Sannilena mammu síni ein frakka, og eftir at hon giftist seymaði hon, so leingi tørvur var á tí, klæði uppá síni.
Pedda og Sannilena giftust í 1930. Fyrstu tíðina búðu tey í Tjørnuvík, har elsta barnið varð føtt, men í 1931 fluttu tey til Eiðis, og Sannilena býr framvegis á Lofti. Sannilena tekur til, hvussu góða hjálp hon fekk frá vermóðrini Súsanna, tá hon kom í húsið. Tey fingu børnini Herdis, Selma, Koba, Sigmund, Svenning, Jónsvein og Olaf, sum druknaði sum smádrongur.
Sigast kann, at Sannilena er ein einastandandi kvinna. Hóast sín aldur, er hon blaðung í sinninum. Hon er eitt lívsstykki. Altíð er hon í góðum og er so positiv í øllum og altíð við tí góða orðinum. Og so dugur hon so ótrúliga væl at greiða frá, sum tað gekk sjón fyri søgn í teimum samrøðum, útvarpið hevði við hana fyri nøkrum árum síðani.
Sjálvur komi eg javnan til Eiðis, og tað er so stuttligt at koma inn til Sannilenu. Drekka kemur beinanvegin á borðið, og tað slepst ikki undan at fara út aftur í góðum lag.
Sannilena fylgir væl við í dagsins málum, og hon hevur eina greiða støðu til avgerandi spurningar, eisini í politikki. Her stuðlar hon tjóðveldisflokkin um ein háls, hóast hon kom úr einum sambandsheimi í Tjørnuvík. Við hennara ungdommiliga lyndi kundi hon saktans fyri tað verið limur í Unga Tjóðveldinum!
Ynskt verður Sannilenu hjartaliga tillukku við teimum 99 árunum!
Dagurin verður hildin saman við børnum og ommubørnum.