Soleiðis kann staðfestast, at formaðurin í ALS-stýrinum ikki verður eins væl viðfarin, sum frákoyrdi stjórin.
Rokið um fráfaringaravtaluna kom í kjalarvørrinum av, at Alfred Petersen mikudagin í síðstu viku í fleiri miðlum pellaði fyri Føroya fólki. Ja, hann segði beinleiðis ósatt, ella enn harðari, hann leyg, tá hann royndi at billa fólki inn, at Ernst Jacobsen hevði sagt upp. Spurdur um hann varð frákoyrdur, segði hann »nei«. Spurdur um um Ernst varð biðin um at siga upp, segði hann eisini »nei«.
Sannleikin var í veruleikanum hann, at stýrið í fleiri mánaðir hevur tingast við hann um at fara frá. Stýrið hevði mist álitið á honum, m. a. tí at hann hevur brúkt ov nógvar pengar.
Og helst kom tað illa við hjá Alfred, at hann mátti viðganga, at stýrið hevði samtykt at brúka væl yvir eina millión krónur hjá teimum arbeiðsleysu fyri at fáa hann frá.
Fyri Alfred Petersen kostar strikan í rokningini 12.000 krónur um mánaðin í mistari nevndarsamsýning.
Læran er so kanska hon, at tað loysir seg best at siga sannleikan – um hann altso tolir dagsins ljós...