Sannleikin aftan fyri Fólkaatkvøðuna 14. september 1946.

14. septembur er ein merkisdagur í tjóðskaparstríði Føroya fólks.

Ja, vit kunnu við æruni siga, ein søguligur dagur. Tað eru í dag 63 ár síðani føroyska tjóðin (fólkið) valdi loysing frá Danmørkini. Hetta er eisini fyrstu og einastu ferð, at Føroya fólk hevur fingið møguleika at taka støðu viðvíkjandi sínum egnu tjóðskapar- og stjórnarligu viðurskiftum.

Uppskotið frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum var samtykt

Í lógini um fólkaatkvøðuna varð, eftir uppskoti frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, nærri tilskilað soleiðis, at fyri veljarnar vórðu lagdir tveir spurningar:

Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?

Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?

Lógaruppskotið um fólkaatkvøðuna varð samtykt 10. mai 1946 og 13. mai kunnger danski amtmaðurin lógaruppskotið sum lóg. Eftir seinni kunngerð, sum landsnevndin setti, varð atkvøðudagurin settur til 14. september.

So statt fekk fólkið í Føroyum við samtykt Føroya Løgtings og við samtykt danska ríkisvaldsins at velja millum danska stjórnauppskotið ella loysing. Her vóru greiðar gøtur at velja í millum.

Hetta var ikki nøkur vegleiðandi fólkaatkvøða. Vit kundu við góðum rætti siga, at fólkaatkvøðan var lógarbundin. Tað vil siga hon er bindandi.

Sambandið helt í fyrstuni væl til standa. Tað var sambandið, sum saman við dønum sum hevði íspunnið hesa atkvøðu, og júst í tí formi, hon fekk:

Samband ella loysing:

Sambandsmenn kendu seg fullvísar í sigri sínum, tí teir høvdu sæð veikleika fólkafloksins sum var í tvíningum, har afturat høvdu teir stuðul Javnaðarfloksins at dúva upp á.

Teimum kom als ikki til hugs, at Føroya fólk, uttan um allar politiskar flokkar og tvørtur um øll flokspolitisk mørk, megnaði at taka seg saman sum fólk.

Nú skuldi sláast fast um aldur og allar ævir, at føroyska tjóðin fráskrivaði sær frumburðarættin til óðal og ogn sína. Hetta var tað, í sambandið ætlaði við fólkaatkvøðuni.

MEN MONGUM brestir ætlan. Dagurin 14. september rann upp. Hann gjørdist dómadagur sambandsins og frælsisdagur føroysku tjóðarinnar.

Sambandið tapti og loysingin vann.

Dagin eftir, 15. september,

Dagin eftir, 15. september, sum var sunnudagur, fór merkið á stong um alt Føroya land, og veitraði fyri fyrstu ferð yvir frælsari tjóð.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist meiriluti fyri loysing, og tað vóru fólk úr øllum flokkum sum atkøddu fyri loysing, ja enda vóru tað eisini fólk úr Sambandisflokkinum, sum atkvøddu fyri loysing, tí tey vildu ikki góðtaka stjórnaruppskotið, sum í veruleikanum er Heimastýrislógin frá 1. Apríl 1948.

Tey fimm árini undir seinna heimsbardaga hava ivaleyst sannført meirilutan av landsmonnum okkara um, at nú var tíðin komin at taka lógvatak saman og tveita ófrælsis okið av herum sínum.

Tað var eins og í flaggspurninginum, Føroya fólk sum lagaði henda varða -uttan um allar politiskar flokkar og tvørtur um øll politisk mørk, megnaðu at taka seg saman sum tjóð.

Hetta loypti ótta á donsku stjórnina og ávísar politiskar afturhalds kreftir í Føroyum.

Tað vóru stórar rembingar í føroyskum politikki undir krígnum, og serliga aftana á fólkaatkøðuna 14. september 1946, tá føroyingar valdu loysing frá Danmørkini.

Tey, sum serliga talaðu fyri loysingini í 1946, vóru í stóran mun somu fólk, sum stovnaðu Tjóðveldisflokkin í 1948. Tað vóru eisini okkara fiskimenn sum silgdu vandasjógv øll krígsárin undir Føroyska flágginum, sum tóku undir við loysingini.

Men so hendi tað at danska ríkisstjórnin, sum hevði góðtikið fólkaatkvøðuna og sum hevði lati forsætisráðharra sín kunngera at londini máttu skiljast, tí tað høvdu danir lova føroyingum, brádliga gekk frá lyftum sínum, á slíkan hátt, ið má kallast ósømiligt fyri eitt land sum Danmørkin sigur seg at vera. Hetta var einki minni enn ein nýggj herseting av Føroya landið.

Danska ríkisstjórnin settu lógliga fólkaatkvøðusamtykt og lógliga løgtingssamtykt úr gildi. Nú skuldu føroyingar boyggjast. Danska stjórnin við amtmanni sínum visti at tað mundi verða so sum so, við stimbrinum í fleiri av tingmonnum meirilutans.

Lýst hevði verið til tingfundar 27. september kl,10, men bert ein tingmaður, Jákup í Jákupstovu, møtti.

Rættarstøða Føroya lands aftan á fólkaatkvøðuna var tann, at Føroyar vóru uttan fyri danskt ríkisvald.

Løgtingsupploysnin var tí grovligt rættarbrot. Trýst skuldi leggjast á føroyingar, og í evstu stund skuldi roynd gerast at bjarga hesum danska ognarluti í Norðuratlandshavi. Herskip sveimaðu um oyggjarnar. Vápnaðir danskir matrósar gingu í Havnargøtum.

Fólkaflokkurin, sum tá skuldi eitast at vera sjálvsrýrisflokkur, stakk halan millum beinini og rýmdi av Tingi saman við hinum sambandsflokkunum. Tað var bert ein tingmaður sum møtti til tingfund, aftan á at danir høvdu sent tingi til hús. Tað varð Jákup í Jákupsstovu, sum var innvaldur á lista Javnaðarfloksins í Vága valdømi. Seinni varð hann ekskluderaður úr Javnaðarflokkinum, sum tá endaði sum ramur sambandsflokkur.

Flestu tjóðir hava ein hátíðardag til minnis um stórhendingar í søgu tjóðarinnar, í flestu førum er tað tann dagin, tá tjóðin steig fram sum frælst land. Enn hava vit ongan slíkan dag, sum til dømis Íslendingar hava 17. juni ella sum normen 17. mai sum tjóðardag teirra.

Men vit kunnu sagtans brúka 14. september sum okkara tjóðardag, tí tað er einasti dagur føroyska tjóðin er sloppin at taka støðu viðvíkjandi sínum egnu tjóðskapar og stjórnarligu viðurskiftum.

Frásiga sær frumburðarættin:

Enn í dag 14. september 2009 berjist Sambansflokkurin við sínum formanni Kaj Leo Johannesen sum úlvur á skóg fyri at innlima Føroya land inn í EF sum danskan ríkislut.

Tað kann tykast løgið, at tað skulu finnast politikkara í Føroyum ár 2009, sum eru til reiðar at frásiga sær frumburðarættin til okkara føðiland.

Hetta kann hann gera við hjálp frá somu flokkum, sum sviku 1946 Javnaðarflokkinum við Jóannes Eidigaard á odda og Fólkaflokkinum við Jørgen Niclasen á odda.

Vit mugu bert ásanna, at greinin fellir ikki so langt frá trænum.

Heimasíða mín: heima.olivant.fo/~hoyh/

Heimildir

Løgtingstíðindi 1945-48

„Í hjørtum okkara býr frælsið“ 1985

Bók eftir Erlendur Patursson