Sannur steypagysari í Gundadali

Løgmanssteypið: Báðir Bárðarnir hjá HB gjørdust hetjunar í Gundadali. Bárður Johannesen tók tvey brotsspørk, meðan Bárður Mortansson setti seinasta seymin í B63 kistuna

B36-HB 2-2 (1-0)

HB vann 6-3 eftir umdyst og brotsspørk


B36 hevur seinni árini havt meira enn trupult við at basa grannunum úr HB, tá liðini bæði hava hitst. Somikið illa hevur gingist í hond í grannuppgerðunum, at tað als ikki er uttan orsøk, at áskoðarar hjá báðum feløgum tosa um HB-kompleksið hjá B36.

Tí var tað kanska ikki dreymurin hjá leikarum og viðhaldsfólkunum, sum gekk út, tá tað gjrødist greitt, at grannarnir skuldu hittast í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.

Lagið á viðhaldsfólkunum hjá árstalsfelagnum mundi heldur ikki gerast betri av, at B36 noyddist at vera fleiri stuðulsleikarar fyri uttan, í týdningarmikla dystinum.

Jens Kristian Hansen og Bjarni Prior hava báðir drigist við skaðar, og harumframt mátti Jákup á Borg sita uttanfyri, orsakað av reyða kortinum, sum hann ognaði sær á Sandi dýra biðjudag.


Bjarni varð klárur

Tað eydnaðist tó Bjarna at manna seg upp, so hann fekk verið við í dystinum, men kortini var B36 liðið nakað umskipað, í mun til undanfarnu dystirnar. Mikkjal Thomassen varð fluttur niðan á miðjuna, meðan Fróði Clementsen og Herbert í Lon Jacobsen røktu verjusessirnar framman fyri Egil Zachariassen.

HB liðið var tó eisini nakað skert undan dystinum. Gigi, sum hevur verið bæði skaddur og sjúkur, var enn ikki komin rættuliga fyri seg, og tískil varð Símun fluttur longur inn á miðvøllin, meðan Pætur Dahl enn einaferð røkti miðvallarsessin í vinstra borði.

Janus Joensen, fekk ein rættuligan stoyt fríggjadagin, men hann var kortini til reiðar sunnudagin, so alt í alt líktist HB liðið at kalla sær sjálvum.

Ein av veikleikunum hjá HB hevur í undanfarnu dystunum verið, at liðið ikki í nóg stóran mun megnar at bróta ígjøgnum í síðunum, har Símun Eliasen og Ingi Rasmussen fyri tað mesta hava roynt seg. Hetta hevur tó ikki eydnast serliga væl, tí hvørgin teirra hevur tær dygdir, sum verða kravdar á hesum plássum. Ikki tí, báðir eru teir sterkir leikarar, sum eisini hava verið á landsliðnum, men styrki teirra er mitt á vøllinum, og ikki úti í borðinum.

Sunnudagin hevði HB-venjarin roynt at loyst henda trupulleika soleiðis at álopsskyldurnar í høgru vórðu loystar av Jóhannis Joensen, meðan Ingi flutti seg longur inn á vøllin, tá HB liðið var í álopið.


B36 átti alt

Tað var tó rættuliga sjáldan, at Jóhannis fekk víst sínar framrættaðu dygdir fyrsta partin av dystinum, tí B36 liðið átti satt at siga alt spælið í fyrra hálvleiki.

Serliga var tað Jan Guttesen, sum skaraði framúr á miðvøllinum, har hann helst vann fleiri bóltar enn alt HB liðið tilsamans, og ferð eftir ferð slapp hann sær skilagott av við bóltin, so nýtt álop kundi setast í gongd.

Bæði Magni á Lakjuni og Carl Herup Høgnesen vóru framrættaðir í síðunum, og tað hendi seg ofta, at vandamiklar støður spurdust burtur úr hesum.Um hálvan hálvleikin var um reppið, at B36 legði seg á odda, eftir at teir enn einaferð komu framvið í vinstru síðu, men Bjarni rakk akkurát ikki bóltinum frá Magna, og Håkan tóktist ikki nóg avgjørdur, tá bóltur fall fyri føtur hansara.

Løtu seinni vóru aftur boð eftir HB-málverjanum. Jan Guttesen vann bóltin á miðjuni, og spældi síðani Bjarna púra leysan. Hevði Bjarni hugt upp, hevði hann kanska sæð, at hann og Jan vóru tveir einiir við málverjanum, men ístaðin fyri at rulla upp á tvørs, royndi hann at lobba bóltin, men Bárður fekk kortini fatur á.

Stutt eftr hetta fekk B36 hornaspark, og so kundi enn einaferð staðfestast, at HB verjan hevur alstórar trupulleikar av deyðbóltsstøðum. Bjarni Prior er helst ein av sterkastu leikarunum hjá B36, tá tosað verður um spælið við høvdinum, men kortini slapp hann at standa púra leysur, tá Magni sendi hornasparkið inn, og hetta lat hann sær ikki bjóða tvær ferðir.

Hóast leiðslumálið, so helt B36 fram við ágangandi spælinum, og við eitt sindur av hepni, kundu teir eisini økt um leiðsluna.

Í hinum endanum av vøllinum hendi millum lítið og einki. Onkuntíð var um reppið, at HB fekk onkran hissini møguleika, men hvørja ferð eydnaðist kortini B36 leikara at fáa fatur á bóltinum.

Vandamesta royndin var helst, tá Bárður Mortansson varð leiktur leysur, men linjuverjin mundi helst vera einasti maður í Gundadali, sum helt kvika áleyparan vera rangstaddan, tá bólturin varð sleptur inn um verjuna.


Nýttu aðrar dygdir

Í seinna hálvleiki var HB liðið so at siga hamskift. Ingi Rasmussen og Símun Eliasen vórðu skiftir út við Hall Danielsen og Róa Árting, og hetta viðførdi alt fyri eitt, at HB spælið gjørdist nógv betri skipað.

Báðir eru teir leikarar, sum royna at lata bóltin gera arbeiðið, og nú varð tað brádliga HB, sum hevði bóltin nógv meira.

Einar tíggju minuttir eftir, at hann var komin á vøllin, eydnaðist tað Róa at krúlla seg ígjøgnum B36 verjuna, men tá bólturin varð rullaður tvørt fyri málið, var B36 verjan kvikari á bóltinum.

Tað lá tó líka sum í luftini, at tað skuldi eydnast HB at javna, og tá 20 minuttir vóru eftir leika, eydnaðist hetta eisini. Rúni Nolsøe kundi kanska valt at latið seg detta, tó hann dróg fram við verjuleikara í høgra borði. Hann helt sær tó á fótum, og sendi eitt flatt skot úr spískum vinkli. Tróndur fekk vart fyri í fyrstu atløgu, men Hallur Danielsen var fyrstu á returinum, og so stóð á jøvnum.

Stutt eftir var um reppið, at sviin hjá B36 slapp leysur, men Bárður var skjótur úr málinum, so hann kundi rudda burtur.

Yvirvágin, sum HB hevði havt í seinna hálvleiki, hvarv so at siga eftir útjavningina, og seinasta løtan av vanligu leiktíðini var helst hin besta í dystinum, um hugsað verður um fótbóltsspælið.

Hvørgin parturin hevði hug at geva seg, og við skjótum spæli, skolaðu álopini báðar vegir. Ferðin var høg, Nógvir og harðir nærdystir vóru á miðvøllinnum og fleiri góðar tekniskar detaljur vóru at síggja. Ja snøgt sagt sýndu liðini hesa løtuna nakað av tí besta, sum føroyskur fótbóltur hevur at bjóða.


Í himmiríki og aftur

Tað lá kanska í luftini, at farast skuldi út í longda leiktíð, og soleiðis gjørdist eisini, men áðrenn tað kom so langt, sluppu viðhaldsfólkini hjá báðum feløgum bæði at gráta og flenna.

Tá klokkan við tennisvøllin var farin um teir 89. minuttirnar, átta HB hornaspark. Bólturin var í fyrstu atløgu sendir útfrá, men við einum dreymaskotið sendi føðingardagsbarnið og liðskiparin, Rúni Nolsøe, bóltin heilt upp í samankomingina, haðani hann legði seg í síðunetið hinumegin.

Frøin á leikarum og viðhaldsfólkum var sjálvsagt ovurstór, men B36 leikararnir høvdu enn ikki givið skarvin yvir. Einir seks minuttir vórðu lagdir afturat tíðini, og hesa løtuna legði B36 stórt trýst á HB málið. Vónin um javnleik mundi tó hvørva, tá Magni úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin framvið HB málinum, men lítla løtu seinni kundu B36 leikararnir hálsfevnast.

Enn einaferð var atvoldin til málið ein deyðbóltsstøða. Úr vinstru sendi Magni hornaspark innfyri, og eftir at Egil fyrst hevði roynt seg við skotið, kundi Ronnie Samuelsen við seinasta sparkinum í dystinum seta bóltin í málið.


Meira dramatikkur

Var vanliga leiktíðin undirhaldandi, so varð longda leiktíðin tað ikki minni. Eftir stuttari løtu hevði Carl risastóran møguleika, eftir at Ronnie í fyrstu atløgu stútaði á tvørstongina, men ístaðin fyri at skjóta fyrstu ferð, royndi Carl at temja bóltin, og so fekk verjuleikari beint bóltin burtur.

Dramatikkurin fekk enn eitt skump uppeftir, tá Hans á Lag átti seinasta sparkið í fyrra umfarinum av longdu leiktíðini. Sparkið var tó rættað móti Jan Guttesen, og tá dómarin stóð beint hjá, var bara ein vegur, og tað var út.

Stutt undan hesum varð verjufelagin hjá Hans, Florin, skaddur, tá hann royndi seg við frísparki, og eftir at hann var settur niðan í álopið at standa, varð HB verjan fullkomuliga umskipað seinasta korterið.

Orkan var tó farin at ganga undan hjá B36, og hóast yvirvtalið í leikarum, megnaðu teir ikki at leggja nakað skipað trýst á HB liðið, og eftir 120 undirhaldandi minuttir var greitt, at dysturin skuldi avgerast við sektasparkskapping.


Bárðarnir avgjørdu

Her gjørdist Bárður Johannesen í HB málinum stóra hetjan. Hann tók sær nevnliga av báðum teimum fyrstu skotunum frá ávíkavist Magna og Fróða, meðan Ronnie Samuelsen sum einasti B36 leikari hevði sett bóltin í netið. Tá so Rúni, Rói og Andrew allir skoraðu upp á sínar møguleikar, var tað upp til ein annan Bárð, Mortansson, at avgera dystin.

Hann sveik ikki álitið, og so kundu HB áskoðararnir tysja inn á vøllin at takka sínum leikarum.

Meðan reyð/svørtu grannarnir sostatt kundu fegnast um enn ein sigur í lokaluppgerðini, sótu B36 leikararnir á miðvøllinum og gramdu seg.

Sjálvsagt er tað ein keðiligur lutur at skula lúta í eini brotssparkskapping, men koritni skal sigast, at leikararnir hjá hvíta høvuðsstaðarfelagnum als onga orsøk høvdu til at stara niður í vøllin. Tað skulu tvey góð lið til fyri at skapa ein góðan fótbóltsdyst, og hetta megnaðu HB og B36 til fulnar. Dysturin hevði so at siga alt tað, sum vanliga verður sett í samband við ein rættan steypadyst. Nógvar nærdystir, høga leikferð, gott spæl í løtum og fram um alt spenning og dramatikk. Snøgt sagt hevði hvørki av liðunum uppiborið at tapa, men dysturin skuldi so avgerast, og her varð tað so HB, sum dróg longra stráðið. Kanska orsakað av einari sálarligari yvirvág, sum stavar frá stoltum steypatraditiónum og siðvenjuni við at vinna á grannunum.


B36-HB 2-2 (1-0)

3-6 eftir brotssparkskapping


1-0: Bjarni Prior

1-1: Hallur Danielsen 70.

1-2: Rúni Nolsøe 90.

2-2: Ronnie Samuelsen 90.


Dómari: Niklas á Líðarenda


B36:

Tróndur Vatnhamar - Fróði Clementsen, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Carl Herup Høgnesen, Mikkjal Thomassen, Jan Guttesen, Magni á Lakjuni - Bjarni Prior, Håkan Lundholm, Ronnie Samuelsen


HB:

Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen - Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl - Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum