AB hevur størsta partin av kappingarárinum ligið undir niðurflytingarstrikuni, og í gjár gjørdist alt bara meira greitt, at AB skal leika í næstbestu deildini komandi kappingarár. Ein lítil teoretiskur møguleiki er framvegis fyri at yvirliva, men vónin á Argjum man verða úti eftir tapi ímóti B36 í gjár. B36 gjørdi næstan tað, teir vildu, og teir avgjørdu dystin longu í fyrra hálvleiki.
Frísparkssnillingur avgjørdi
B36 setti seg við róðrið á dystinum frá fyrsta bríksli og hevði fult tamarhald. AB fylti lítið á vøllinum, og B36 fekk loyvi at spæla sítt spæl. Við fleiri naskum royndum fyrstu løtuna vísti B36, hvat munur er á toppi og botni.
Spurningur var næstan bara, nær hol kom á. Og áskoðararnir skuldu ikki bíða leingi. Longu í 3. minutti bleiv dømt fríspark til B36 stutt uttanfyri brotsteigin, og hetta setti Alex Dos Santos hegnisliga í netið.
Eftir hetta helt sama leikgongdin fram, og í 27. minutti fekk B36 fríspark á júst sama staði, har fyrsta málið kom frá. Alex Dos Santos varð aftur settur á skjóta, og eins og tað fyrsta málið, sneiddi brasiliumaðurin hetta í sama málhorn. Ein endurtøka av einum máli.
Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan. AB hevði sera lítið at bjóða uppá og hevði stórt sæð onga málroynd.
Lækkað leikferð
Í seinna hálvleiki var leikferðin als ikki høg. Enn lægri gjørdist hon, tá ið Sylla í 53. minutti økti til 3-0, tá ið hann fekk eina góða fríspæling, sneiddi málmannin av og skoraði.
Tað sást nú á AB-liðnum, at síðsta útkall hevði ljóðað, og nú var liðugt við Formulafótbólti.
B36 lat ongan iva valda, og ikki gekk ein løta, har AB fekk yvirtakið. AB hevði tó onkrar skotroynd langt úti frá, men einki sum var nær við at fara í mál.
Heldur var tað innskifti Anderson Castilho, sum økti fyri B36. Hann fekk sítt fyrsta mál fyri B36, tá ið hann inn í feltinum fekk eina fríspæling, og setti bóltin í netið til 4-0.
Eftir hetta rakti leikferðin botnin, men AB fekk eitt mál, sum pyntaði. Rógvi Poulsen legði eitt innlegg úr høgru, men eingin AB-ari var at taka ímóti. Púrasta ótarnaður setti Herbert í Lon Jacobsen bóltin í egið net til úrslitið 4-1.
B36 heldur fram við at jagstra NSÍ, og nú tríggir dystir eru eftir at spæla, eru tvey stig fram til oddaliðið úr Runavík.