Føroyski landsliðsspælarin, Sara Samson Lamhauge, fer at royna seg í italienskum kvinnufótbólti.
Føroyski landsliðsspælarin, Sara Samson Lamhauge fer at royna seg í italienskum kvinnufótbólti. 19 ára gamla sørvágskvinnan, ið seinastu fýra árini hevur spælt við HB kvinnum, hevur skrivað sáttmála við italienska kvinnuliðið Apulia Trani í Suðuritalien.
Italienska fótbóltsfelagið hevur fylgt Saru síðani hon spældi á U17-landsliðnum, og fyri 14 døgum síðani kom so tilboðið, um at koma til Trani at spæla. Apulia Trani hevur verið í bestu kvinnudeilidini, men í løtuni eru tær í seriu C.
Felagið hevur fylgt gongdini og menningini hjá Saru, og ynskja nú at bjóða henni at verða við til at fáa kvinnurnar upp í betri deild aftur. Saman við Saru, hava tveir íslendskir og tríggir amerikanskir spælarar somuleiðis skrivað sátmmála við felagið. Sara fer til Italien í morgin og sleppur vónandi at leika sín fyrsta dyst við Apulia Trani longu 8. novembur.