Sarah: Eg eri kedd

– Hon var sterk, og eg royndi mítt besta, segði Sarah Mahfoud eftir tapið í Manchester

(Andrew Couldridge/Reuters/Ritzau Scanpix)

Føroyski boksarin Sarah Mahfoud tapti stórdystin ímóti Amandu Serrano í Manchester í kvøld. Fýra HM heiti í vektbólkinum fjøðurvekt stóðu upp á spæl. Sarah hevði eitt, Serrano hevði trý. Nú hevur Amanda Serrano tey fýra HM beltini og fer ivaleyst eftir tí fimta og seinasta.

 

Sarah viðurkendi eftir dystin tapið í samrøðu við TV3 Sport.

 

– Eg eri kedd av tapinum. Eg vildi so gjarna vinna hendan dystin, og eg eri í mínum besta formi, men hon hevði munin. Hon var sterk, og eg royndi mítt besta, segði Sarah Mahfoud.

 

– Nú havi eg mist HM heitið, men eg kundi hugsað mær at vunnið tað aftur. Eg haldi ikki, at munurin millum okkum var so stórur, at eg ikki kundi vunnið á henni eina aðru ferð.

 

Hetta var fyrstu ferð, at Sarah Mahfoud royndi seg í dysti á hægsta altjóða stigi. Amanda Serrano var greiður vinnari, men móti endanum av dystinum beit Sarah Mahfoud veruliga frá sær.

 

– Eg kom eitt sindur seint í gongd, men eg vísti, at eg kann eisini.

 

32 ára gamla Sarah Mahfoud, sum hevur føroyska mammu og var fødd í Føroyum, hevur búð í Danmark stóran part av lívinum. Hon hevur tó varðveitt tætt samband við Føroyar og tosar føroyskt.

 

Sarah Mahfoud hevur boksað, síðani hon var ung genta. Hon boksar nú í vektbólkinum fjøðurvekt, sum er upp til 57 kilo. Hon boksaði 55 dystir sum amatørur, og tá vann hon danska meistaraheitið tríggjar ferðir og norðurlendska meistaraheitið tvær ferðir.

 

Síðani 2017 hevur Sarah Mahfoud verið professionellur boksari, og hon hetta var fyrsta tapið í 12 dystum. Hon var heimsmeistari hjá boksifelagsskapinum IBF og vardi fyrr í ár sítt HM-heiti. Í kvøld misti hon heitið.

 

(Andrew Couldridge/Reuters/Ritzau Scanpix)