Eitt flogfar hjá SAS, sum var á veg úr Milano í Italia til Keypmannahavnar í kvøld, neyðlendi í suðurtýska býnum Stuttgart, tí ferðafólkini boðaðu frá, at tað luktaði av royki í flogfarinum.
SAS sigur, at neyðlendingin gekk væl. 187 ferðafólk vóru í flogfarinum, og tey gista á hotellum í Stuttgart í nátt og sleppa til Keypmannahavnar í morgin.
Mikkel Trane, samskiftisleiðari hjá SAS, sigur við fjølomiðlarnar í kvøld, at luktar tað av royki umborð á einum ferðamannaflogfari, siga reglurnar, at flogfarið skal neyðlenda í næstu floghavn, og tað bleiv eisini gjørt í hesum førinum.