Tað er líkt til, at íleggjarar eru væl nøgdir við sáttmálarnar, sum SAS gjørdi við starvsfólkið í morgun, og sum tryggja, at felagið kann halda fram at flúgva.
Á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn hækkaði virðið á SAS-partabrævinum 17,6 prosent tann fyrsta hálva tíman, eftir at marknaðurin hevði latið upp í morgun.
Sparitiltøkini, sum SAS-leiðslan kom við í síðstu viku, gera, at tær árligu rakstrarútreiðslurnar minka 2,6 milliardir krónur. Herumframt ætlar felagið at selja bygningar og feløg fyri eitt tilsvarandi tal.