SAS-stjórin leggur frá sær

Skandinaviska flogfelagið SAS skal hava nýggjan forstjóra. Sviin Mats Jansson, sum hevur verið forstjóri tey seinastu fýra árini, hevur nú boðað frá, at hann fer frá í heyst. Grundgeving hansara er, at hann heldur seg hava gjørt sítt fyri felagið.

-Tað eru framvegis avbjóðingar í SAS, men grundarlagið er lagt, og felagið er ril reiðar at møta framtíðini, skrivar Mats Jansson í tíðindaskrivinum.

Sum forstjóri hevur hann staðið á odda fyri fleiri stórum sparitiltøkum, sum vóru neyðug fyri at bjarga felagnum.

Mats Jansson fyllir 60 næsta ár. Tá fer sáttmálin millum hann og SAS eisini úr gildi.