Sasja og liðfelagarnir í Lugi eru í niðurflytingarvanda

Lugi er í tungum sjógvi í løtuni

Savnsmynd: Harald Bjørgvin

Í dag spældu føroyski landsliðsmálverjin, Aleksandar - Sasja - Lacok og liðfelagarnir í Lugi dyst á útivølli í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli tapti Lugi 30-33 fyri liðnum úr háskúlabýnum nógvir føroyingar kenna, Kungälv. Heimaliðið var á odda 17-15 í steðginum.

 

Talan var um triðja tapið á rað hjá Lugi, ið nú er fimtaaftast í deildini við níggju stigum. Lugi er bert tvey stig frammanfyri Lagan, ið liggur næstaftast í deildini við sjey stigum.

 

Tvey tey niðastu liðini flyta niður í triðbestu deildina aftaná lokið grundspæl. Trið- og fjórðaftasta liðið spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.

 

Leygardagin 14. desember møtir Lugi aftur Kungälv. Hesaferð á heimavølli. 

 

 

 

Savnsmynd: Harald Bjørgvin