Sassou er eitt boð upp á ein kompaktan og umhvørvisvinarligan býbil, og vísir hvønn veg Mazda kunnu fara við menning av slíkum bilum í framtíðini.
Navnið "Sassou" er eitt japanskt hugtak, sum lýsur ein positivan inngangsvinkil og eitt optimistiskt sýn upp á framtíðina.
Mazda Sassou skal verða ein dynamiskur, praktiskur og økonomiskur bilur, serliga ætlaður til tey ungu. Bilurin er lættur og luftmótstøðan er sera lág. Motorurin er ein 1.0 litur, 3 syl. við torbo og beinleiðis innspræning.
Innan er bilurin eisini rættuliga sermerkt designaður við fleiri heilt nýggjum hugskotum, ið vit ikki hava sæð áður.
Bilurin er designaður á evropeiska designsentrinum hjá Mazda í Oberursel nærhendis Frankfurt. Tað er har allir teir nýggju Mazda-bilarnir verða teknaðir.