Satsaði alt og endaði á 10.000

Hans Black, sum fekk fulla plátu í kvøld og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum, valdi at koyra allar tær 2,6 miljónir í ein leyp.

Hans Black, sum fekk fulla plátu í kvøld og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum, valdi at koyra allar tær 2,6 miljónir krónurnar, sum høvuðsvinningurin var, í ein leyp, nevniliga hin bláa leypin. Hin møgulekin var at býta pengarnar í allar tríggjar leyparnar við 900.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Tað var Annika Black, sum var fjarritari í kvøld. Í fyrsta drátti steðgaði Gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við 10 hevði givið 150.000 krónur. Men, Hans valdi at fara víðari. Í øðrum drátti steðgaði hjólið 15.000, sum faldað við seks hevði givið 90.000 krónur.

 

Men, Hans Black valdi at taka triðja og seinasta møguleikan eisini. Í triðja drátti steðgaði Gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist samlaði vinningurin í kvøld. Næsta fríggjakvøld verða 2,8 miljónir krónur at spæla um í Gekkinum.