Savna rusk í Suðuroy í einum staði

BINGJUPLÁSS Nú kannar IRF møguleikan at niðurleggja bingjuplássini í fleiri bygdum í Suðuroy. Ístaðin skal ein felags ruskstøð gerast mitt í oynni, sum øll skulu koyra til við sínum burturkasti

Gongst sum ætlað, verða bingjuplássini hjá IRF í flestu bygdunum í Suðuroynni, skjótt niðurløgd.
Afturfyri skal so ein stór, felags ruskstøð byggjast í Trøllavík, miðskeiðis í oynni, har IRF annars longu nú hevur miðstøð í Suðuroy.
Tey, sum so hava rusk, sum tey plagdu koyra í bingjurnar í teimum ymsu bygdunum, skulu sostatt koyra til Trøllavíkar við burturkastinum.
Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at hugskotið um eina felags ruskstøð í Suðuroy, fekk IRF eftir at Tvøroyrar Býráð nakað síðani bar upp á mál at flyta bingjuplássið á Tvøroyri til Trøllavíkar.

Taka støðu seinni
Stjórin í IRF sigur, at málið er nú lagt fyri kommunurnar í Suðuroy og tær hava nú tað mesta av árinum í ár at viðgera spurningin í.
Hann leggur dent á, at enn er ongin avgerð tikin enn.
Hann leggur eisini dent á, at ætlanin er ikki at leypa fram av, tí her er talan um eina skipan, sum hevur bæði fyrimunir og vansar við sær.
- Fyrimunurin er, at í Trøllavík kann ein stór ruskstøð gerast, sum fer at hava opið nógv longri enn bingjuplássini í teimum ymsu bygdunum hava í dag. Í eini felags ruskstøð fer eisini at bera til at gera skipanir, har burturkastið kann skiljast nógv meiri nágreiniliga enn tað verður nú.
- Verður ein felags ruskstøð bygd í Suðuroy, verður talan um eina støð, sum fer at líkjast innsavingarstøðini á Sandvíkarhjalla í Havn og sum fer at hava opið leingi, eisini leygardagar, sigur Poul Andrias Joensen.
- Sostatt fer tað at vera lættari hjá fólki at sleppa av við ruskið, tá ið tað hóvar teimum, tí tað verður ikki neyðugt í so stóran mun, sum nú, at leggja ruddingina til rættis eftir, nær bingjuplássið er opið.
- Ein annar fyrimunur við eini felags ruskstøð er, at innsavningin verður rationellari og sostatt eisini bíligari upp á seg.
Annars fer hetta ikki at skapa nakað serligt av arbeiðsplássum, men kortini væntar stjórin, at tað helst verður brúk fyri einum fólki afturat í starvi hjá IRF í Suðuroy.

Nakrir vansar
Vansin er so hinvegin, at hjá nógvum fer tað at vera longri at koyra við burturkastinum.
Í hesum sambandi hugsar IRF serliga um tær fjarskotnastu bygdirnar í Suðuroy, Sandvík, Sumba og Lopra.
- Endaliga úrslitið kann verða, at bingjuplássini í teimum fjarskotnastu bygdunum verða varðveitt kortini, tí tað fer at verða órímiliga langt hjá teimum at koyra til Trøllavíkar.
Ein heilt annar møguleiki er so eisini tann, at bingjur til tað burturkastið, sum skal brennast, verða varðveittar í teimum fjarskotnastu bygdunum, men at alt annað rusk skal førast til Trøllavíkar, eitt nú jarn, vandamikið burturkast og burturkast til endurnýtslu.
- Vansin er sjálvandi, at føla fólk, at tað er ov langt til ruskplássið, fara tey bara at tveita frá sær í náttúruni.
Sjálvt um tað er stutt til ruskplássini, sum skipanin er í dag, slepst kortini ikki heilt undan, at fólk tveita frá sær í náttúruni og tað skal helst ikki vinda upp á seg við at vit gera tað longri at sleppa av við burturkastið
- Hetta eru viðurskifti, vit hugsa nógv um og sostatt skal ein samanlegging gerast við skili, sigur Poul Andrias Joensen.

Kann brúkast aðrastaðni

Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at verða bingjuplássini í Suðuroy løgd saman í eina felags ruskstøð, er tað fyrsta økið í landinum at hetta verður roynt.
Og hann sigur, at verður hetta ein roynd, sum eydnast væl, kann tað verða ein skipan, sum eisini kann setast í verk í øðrum pørtum í landinum.
Hann staðfestir, at tað verður dýrari og dýrari at savna burturkastið inn, men tað er kortini avgjørt, at næsta ár, verður gjaldið ikki hækkað.
Hinvegin er tað greitt, at í 2012 fer gjaldið at aftur at hækka.
Í løtuni kostar tað kommununum 1.320 krónur fyri hvørt fólk fyri at sleppa av við burturkastið. Samstundis er rottangagjaldið 180 krónur fyri hvørt fólkið.
Hvussu stór hækkingin verður í 2012, dugir stjórin ikki at meta um enn.