Tá ið studentaskúlin og HF flyta úr Hoydølum í nýggja skúladepilin í Marknagili í 2015, skulu Søvn Landsins flyta oman í Hoydalar.
Tað ætlar Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.
Bogi Andreasen, varaborgarstjóri og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevnd í Tórshavnar Býráð, setti herfyri hol á kjakið um, hvat skal vera í Hoydølum, tá ið skúlin flytir.
Hann skjýtur upp at gera Hoydalar til framtíðar universitetsøki og granskingardepil.
Helena Dam á Neystabø vísir á, at Landsskjalasavnið, Fornminnusavnið, Náttúrugripasavnið, Landsbókasavnið og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, eru fyri kortum savnað undir heitinum Søvn Landsins.
Men umstøðurnar, tey húsast undir, eru so vánaligar, at tær eru skammiligar.
- Mítt uppskot er, at søvnini verða savnað í Hoydølum, sigur Helena Dam á Neystabø.
- Sleppur hesin samanlagdi vitanar- og granskingarstovnur at húsast í Hoydølum, hevði tað givið nógvar møguleikar fyri útbúgving og gransking.
- Borgarar, skúlaflokkar og ferðafólk kundu sloppið at vitjað ymisk søvn um eina leið: Bátasavn, fornminnusøvn, náttúruvísindalig søvn, plantusøvn og søgusøvn, og fingið møguleika fyri at skilt samanhangir millum nútíð, fortíð og framtíð, millum náttúru og menniskjað.
- Somuleiðis hevði tað borið til hjá starvsfólkinum at skipa samstarv og nýggja gransking, sum tað als ikki ber til í dag.
Helena Dam á Neystabø staðfestir, at Skógrøkt landsins er longu í økinum, og vit kundu slóðað fyri fleiri útisøvnum, framsýningum og verkstøðum, tí økið er náttúruvakurt og gróðrarríkt og røkkur heilt oman í fjøruna.
- Hoyvíksgarður og Útisavnið eru eisini í sama øki, og tað skuldi veri lag á manni, at samstarvað við vinnuna, so at eisini ferðavinnan kundi gagnnýtt eina tílíka íløgu.
Helena Dam á Neystabø fer nú at taka stig til fund við Tórshavnar Býráð um ætlanina.