Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur umleið 5000 fylgjarar á Facebook síðu síni "Mítt lív við cystiskari fibrosu". Á síðuni dagførir hon fylgjarar sínar um sjúkralegu sína, og dagliga stíði, sum hon hevur av sjúkuni. Sjáldsama sjúkan hevur beint fyri gomlu lungunum, og nógv hava fylgt við teir 14 mánaðirnir, har hon hevur verið í Danmark og bíða eftir nýggjum lungum, sum hon eisini fekk í januar mánaði í ár.
Cystiska Fibrosu er ein arvalig gensjúka, ið er ein kronisk sjúka - tað vil siga, at tá ið nýføðingar fáa staðfest Cystiska Fibrosu er tað sjúka, ið kemur at fylgja sjúklinginum alt lívið. Ein gerandisdagur við cystiskari fibrosu er ikki einans niðursett lungafunktión, men eisini óteljandi mongdir av heilivági og maskum.
Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur á Facebook síðu sínu boðað frá, at hon aftur í ár fer at savna pening inn til Cystic Fibrose foreningen í Danmark, har peningurin millum annað verður nýttur til at geva CF sjúklingum legat til upplivingar og líknandi.
- Eg fari at royna at klára at ganga 200 kilometrar í september. Í hesum tíðarskeiðinum skal eg ganga hálvt marathon og so nógvar túrar, sigur hon.
Hetta er ikki fyrstu ferð at savnað verður inn til frama fyri CF á hendan hátt
- Síðsta ár komu heili 146.453,00 krónur inn á hendan hátt, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp, og hon leggur afturat, at hon velur at gera eina slíka innsavning, tí ein felagsskapur sum Cystic Fibrose Foreningen ikki fær nógvan pening inn, tí sjúkan ikki er so nógv umrødd.
- Í lítla føroyska samfelagnum kenna fleiri til sjúkuna, men í Danmark eru bert á leið 500 fólk, sum hava CF, sigur hon.
Spurd um, hvussu hon sjálv hevur tað nú, eftir at hon hevur fingið nýggj lungu, sigur hon at hon hevur tað gott, hevur orku og nýtur lívið.
- Eg gangi nógv, súkkli eitt sindur og venji nú flogbólt aftur. Tað er fantastiskt at orka eftir eina drúgva sjúkralegu, staðfestir hon.
Tó so er lungafunktiónin hjá Sigruni ikki so góð - hon var bert á 32 prosentum, tá hon varð máld.
- Men læknarnir leggja meir vekt á, hvussu ein hevur tað enn á, hvat talið á lungafunktiónini er, sigur hon, og leggur afturat, at hon skal til Danmarkar í dag og á Ríkissjúkrahúsið í morgin til kanningar, og vónar at síggja, at lungafunktiónin tá er farin upp.
Meir kunning er um møguleikan at stuðla Sigruni á Facebook síðuni "Mítt lív við cystiskari fibrosu"
Les eisini: Frá deyðastrá til Slættaratind