Hergeir Nielsen
????
Jacob Vestergaard er komin við enn eini frágreiðing um savnið, sum hvarv, og tað eru ikki hissini undanførslur og skuldsetingar har eru. Ein seinasta rættleiðing er tí neyðug í hesum sambandi.
Sjálvur var eg við at gera avtaluna um skúlapakkan í síni tíð, og um at leggja miðnámsskúlan og sjóvinnuútbúgvingina í Hovi.
Skúlin endaði í Vági nøkur ár seinni, tá posthúsið har varð umbygt, og lokalpolitisk søga varð skrivað, tá sjóvinnuútbúgvingin samstundis varð flutt til Klaksvíkar.
Hesum átøkum átti eg ongan lut í.
Vit kliptu ongar snórar 1998-2004, heilt einfalt tí Suðuroyggin ikki var við á politiska Føroyakortinum árini frammanundan. Hetta skeiðið, sum var kemiskt reinsað fyri allar íløgur og allar ætlanir, hóast ikki færri enn fimm kvinnur og menn úr øllum hinum flokkunum umboðaðu oynna i samgongu.
Í 1998 komu vit so í stjórn, og saman við okkum ein long røð av íløgum í Suðuroynni
Vit fingu skjalfest eina dagføring av sambandinum við Suðuroynna, og vit fingu vit raðfest eina bygging av miðnámsskúla saman við tveimum havnaløgum á Trongisvágsfirði og Vági, einum tunnli, vegabreiðking í Hvalba og bakkaverju í Sumba.
Einki annað valdømið fekk nær námindi líknandi sømdir, sum vit fingu við einum manni í samgongu.
Ráðini frá Jacobi Vestergaard um mín tørvandi samstarvsvilja eru tí ikki annað enn rein øvund og ómegd. Illkynjaðu søgur hansara um, at eg bara havi tænt einum ávísum øki, sláa seg sjálvar frammaná.
Hinvegin, so verður framvegis leitað um okkara leiðir eftir onkrum smávegis eftir Jacob Vestergaard sum landsstýrismanni, men enn er einki komið undan kavi.
Løgtingssamtyktin
Tá miðnámsskúlin kom á tingborð, varð uppskot um at gera meginbókasavn upp í skúlan samtykt. Ein leistur, sum ma. varð nýttur í Noregi við góðum úrsliti, og sum lærarar skúlans fegnaðust um.
Eitt samt løgting samtykti hetta projektið, og breið semja var á tingi um, at hetta var eitt sera skilagott framtak fyri Suðuroynna, ungdómin og mentanarlívið um okkara leiðir.
Landsstýrismaðurin helt, at ein nýggj politisk viðgerð av at leggja skúlan aðrastaðni, hevði elvt til, at málið datt heilt burtur.
Hvørki á tingi, í samgongu ella andstøðu, ella úti í almenniginum sást ella hoyrdist onnur hugsan um málið.
Fyrstu ferð vit varnaðust andróðurin móti projektinum var á fundi í Øravík, har Jacob Vestergaard segði seg vera ímóti ætlanini um meginbókasavnið. Hetta var aftan á, at málið varð samtykt á tingi.
Andróður sín váttar sami maður í grein síni i Dimmalætting 16. apríl, har hann sigur seg hava onnur og hægri prinsipp enn løgtingið um hetta mál, hesuferð sum form. í Føroya Kommunufelag.
Á hesum fundi heitti eg á kommununar um at vera við í hesum átaki til gagns fyri ungdóm okkara. Annað samskiftið havi eg ikki havt við kommunurnar um hetta mál, sum varð hildið at vera eitt so gott tilboð, at ikki bar til at siga nei til tað..
"A window of oppertunity"
Í politikki er tað soleiðis, at neyðugt er at taka av, tá gluggar lata seg upp, og møguleikar eru í eygsjón. Soleiðis er tað úti í heimi, og soleiðis er tað heima hjá okkum.
Vit høvdu eitt fyrsta floks projekt til ungdómin í Suðuroynni, og vit fingu tað enntá samtykt á tingi. Kommunurnar partur var so lítil, at hann var til at liva við hjá øllum.
Vit høvdu ein fugl í hondini, ein gyltan møguleika, men nú er fuglurin flogin, og projektið er dottið niðurfyri.
Jacob Vestergaard kann tí í dag fegnast um teir 10 á takinum, og ikki so ógvuliga nógv annað.
Tá málið var komið á tingborð var skilaleyst at gera annað enn at stuðla eini skilagóðari íløgu í Suðuroynni av fullum og heilum huga, og ikki ein maður fyri norðan ivaðist í, at lokalsamfelagið at enda fór at taka ímóti tilboðnum.
Tástani, tá suðringar høvdu fingið alt borið á silvurfati, sóust fleiri av teimum hava aðra meining um projektið, hvar tað heldur skuldi ligið, hvussu tað heldur skuldi verið skipað og so frameftir.
Jacob Vestergaard sigur seg hava virkað eftir sínum prinsippum um ábyrgdarbýtið millum land og kommunu, og hevur havt fleiri fyrivarni í hesum máli.
Hann hevur so eisini í dag síni óskalaði prinsippir í varðveitslu, men heldur ikki so nógv annað at sita og kóla uppiyvir.
Hann heldur ma., at vit í tjóðveldisflokkinum afturat einum miðnámsskúla í Suðuroynni fyri 45 mió.kr. saktans kundu havt bygt eitt meginbóksasavn samstundis aðrastaðni í Suðuroynni.
Ikki er gott at vita hvørji politisku verð hesin maður livir í. Fólkaflokkurin royndi saman við andstøðuni at boykotta miðnámsskúlan og at fáa ein skúla í Havn fram um okkara.
Hetta miseyðnaðist jú, sum vit øll minnast.
Hesin flokkur situr nú á málinum, og suðringar kunna bíða til dómadags eftir, at Jacob Vestergaard fer at byggja teimum eitt meginbókasavn eftir sínum heilt serligu prinsippum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Jacob Vestergaard reypar av, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki forðaði fyri, at miðnámsskúlin varð lagdur fyri tingið.
Fyrr var illa. Hvussu hesin landsstýrismaður annars gagnaði suðringum soleiðis heilt á egnari hond, tá hann vóð í møguleikum, kundi verið áhugavert at fingið nakað nærri at vita um.
Nei, talan er á ongan hátt um nakað brigsl frá míni síðu.
Talan er um at draga viðgerðina saman við grundgevingunum av einum máli, sum er mist á gólvið, fram í ljósið, so at borgarin, í hesum føri suðringar, fáa at vita, hví hesin bitin varð tikin av borðinum aftur.
Demokratiska orðaskiftið eigur eisini at tola, at persónligar støðutakanir í kommunalum politikki síggjast aftur, og ikki haldi eg meg hava gingið nøkrum ov nær í so máta.
Jacob Vestergaard sigur ferð eftir ferð, at eg bara havi virkað fyri ávísum plássi í Suðuroynni. Hetta er jú beinleiðs ósatt, og her er talan um veruligt brigsl í orðsins sanna týdningi.
Fyri at vinna sær sjálvum politiskan tokka, setur hann her bygdir upp móti hvørji aðrari. Hetta er nakað av tí ússaligasta, sum finst, serliga tá hugsað verður um, at einar 5-600 mió.kr. eru játtaðar kring alla oynna farna skeiðið.
Eingin ivi er um, at maðurin hevur ilt av onkrum, sum komi er til Vágs, og verður Jacob Vestergaard tí alment spurdur, hvat tað er, sum er komið til Vágs, sum ikki skuldi verið komið hagar?
Lærararáðið
Eitt meginbókasavn knýtt at einum miðnámsskúla var eitt serligt hugskot, sum kom úr erva.
Ivi var millum lærarar og onnur, um hetta nú var tað rætta, men hesin ivi varð skjótt lagdur aftur um bak, og hugskotið vann frama.
Lærararáðið hevur ikki samtykt at vera ímóti meginbókasavninum, hetta er beinleiðis ósatt.
Hetta er ein søga, sum Jacob Vestergaard hevði brúk fyri, og sum hann hevur brúkt til at tæna sínum oyðandi endamáli við.
Heldur hann fast um hesi lodrøttu ósannindi, skyldar hann okkum at siga nær, hvar og hvussu hendan samtyktin er tilevnað, hvussu hon ljóðar, og hvagar hon er send?
Um fakliga grundgivin andstøða og ræðsla fyri bókum og søvnum skuldi komi frá skúlanum sjálvum, var hugsandi, at onkur fjald dagsskrá var eitt nærri eftirlit verd, heldur enn bókabálið, sum Jacob Vestergaard gjørdist talsmaður fyri.