ÍSB havt kapping í boccia

Leygardagin, 8. desember skipaði ÍSB saman við landsliðsvenjarunum, Dan Lamhauge og Jóan Peturi Joensen fyri bocciakapping í Skúlanum við Løgmannabreyt.

 

Sum nú er, eru tvey feløg í Føroyum, sum hava boccia sum ítróttagrein. Tað eru Smæran úr Havn við Sofusi Olsen sum formanni og Svanur úr Eysturoynni við Hedriki Olsen sum formanni. Fólk úr hesum feløgum eru altíð fús við eini hjálpandi hond. Limir í Lions eru nærum fastir dómarar eftirhondini, og tað er gleðiligt. Harafturat hava kvøldskúlarnir kring landið tilboð til fólk at ganga til boccia.

 

 

Til kappingina 8. desember vóru 28 luttakarar, og hesi vóru úrslitini:

 

Í bólkinum fyri fólk við rørslutarni:

 

Gull: Marius Johansen

Silvur: Petur Martin Sivertsen

Bronsa: Jóa Ziska

 

Í bólki 2, Kvinnur við menningartarni:

 

Gull: Unn Mortensen, Smæran

Silvur: Joanna J. Poulsen, Svanur

Bronsa: Meiken S. Olsen, Smæran

 

Í bólki 2, Menn við menningartarni:

 

Gull: Valdemar Dam

Silvur: Tórður Hjalt Jacobsen

Bronsa: Elvin Weihe