Ísbjørn sum ímynd

Ísbjørnin er í ferð við at gerast ímyndin av tí, sum kann henda, um einki munagott verður gjørt fyri at tálma veðurlagsbroytingunum. Eitt nú hava mótmælisfólk á Bali gingið við myndum av ísbjarnum, og summi hava latið seg í sum ísbjarnir. Cindy Baxter hjá Greenpeace sigur við Reuters, at ísbjørnin er sera væl egnað sum ímynd í stríðnum ímóti tí veksandi hitanum á Jørðini. Men pingvinirnar á Antarktis kunnu eisini brúkast, sigur hon.