Klaksvík:
Rani sigur, at ársfrágreiðingin hjá Strandferðsluni vísir, at Dúgvan í ár 2000 flutti 75.374 akfør og 202.598 ferðafólk um Leirvíksfjørð.
- So tað vildi verið undarligt, um tað ikki sást aftur í økingini í ferðsluni á vestaru bryggju, heldur hann.
Hann sigur, at arbeiðsfriðurin er órógvaður, orsakað av bilarøðini til Scaniu, men tað er so bert, meðan Scania liggur í Klaksvík.
Til dømis lá Næraberg á Klaksvík og landaði og menn vóru bangnir fyri, at tann nógva ferðslan fór at tarna arbeiðinum so mikið, at hann ikki fór at verða liðugur til tíðina. Men tað bilti ikki.
Eisini hevur Skipafelagið sítt arbeiði har á keiini. Og av tí at, bingjuplássið hjá teimum er longri úti á keiini, skal tann stóri trukkurin hjá teimum koyra í millum, meðan teir lossa og avskipa.
- Tað er ein trupulleiki, tí bilarøðin stutt sagt blokerar, sigur Rani Nolsøe.
Hann leggur tó aftur at, at hóast alt, so hevur arbeiðið gingið nógv betur enn væntað.
Rani Nolsøe sigur eisini, at tey fingu boðini um at Scania skuldi sigla í seinna lagi. Og tað tískil skapti óneyðugar trupulleikar.
- Vit hava ikki upplivað hetta sum ein mansskapstrupulleika hjá Strandferðsluni, men heldur sum eina lítla slagsíðu á managementsíðuni hjá teimum, sigur Rani Nolsø.
? Vit hava havt eitt gott samstarv við manningina umborð á Scaniu, so tað er í hesum førinum í fyrireikingunum, at trupulleikarnir liggja og ikki í tí praktiska dagliga arbeiðinum.
- Hóast tað, at vit vita, at Dúgvan skal til árligt eftirlit, og at tað er torført at fáa annað skip í hennara stað, so hevði tað verið gott at fingið longri fyrireikingartíð til slíkt, leggur Rani Nolsø afturat.