Tað verður lættari at ferðast til ES-lond, um løgtingið samtykkir tvey ríkislógartilmæli, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum legði fyri løgtingið týsdagin. Høgni Hoydal heitir á løgtingið um at samtykkja ein part av Schengen-sáttmálanum og ávísar broytingar í útlendingalógini, sum eru ein fyritreyt fyri føroyskari luttøku í samstarvinum.
Tann ?innari marknaðurin" hjá ES krevur frían flutning av kapitali, vørum, tænastuveitingum og persónum ? og tað er tann fríi persónsflutningurin, sum Schengen-samstarvið skal tryggja.
Broyta útlendingalógina
Schengen-skipanin er ein skipan millum tey 15 ES-londini, sum ber í sær, at fólk kunnu ferðast frítt millum øll ES-londini uttan at vísa pass ella visa. Norra og Ísland hava knýtt seg uppí skipanina, og øll norðurlondini hava gjørt av at fara uppí skipanina í felag tann 25. mars næsta ár. Hetta tryggjar, at norðurlendska passfrælsið kann halda fram óbroytt eftir hendan dag.
Danmark hevur tryggjað sær, at Føroyar og Grønland eisini sleppa at knýta seg uppí skipanina, men vit skulu lúka ávís krøv áðrenn.
Eitt nú er neyðugt, at løgtingið broytir útlendingalógina, tí lóggávan í Føroyum skal vera á leið tann sama sum í Danmark.
Avtalan setir eisini strangari krøv til eftirlitið við mørkini í Føroyum og Grønlandi, tí efirlitið við, hvør kemur til eitt Schengen-land úr einum ikki-Schengen-landið skal vera strangt. Ein Schengen-nevnd hevur staðfest at eftirlitið í Føroyum er nóg gott sum er.
Smakkar illa
Tað er júst hetta økta eftirlitið, sum smakkar illa í munninum á uppskotsstillaranum sjálvum. Høgni Hoydal heldur, at Schengen-samstarvið er ein eksklusivur klubbi, sum hevur til endamáls at halda fólkinum í fátæku londunum í Afrika og aðrastaðni uttanfyri ringin, sum Schengen-samstarvið leggur um Evropa.
Tey, sum eru innanfyri, skulu verja seg móti teimum, sum eru uttanfyri, sigur landsstýrismaðurin.
- Í veruleikanum kann hendan stórpolitiska verkætlan tulkast sera kalt og kyniskt: Ríka Evropa skal verja seg móti fátæka Afrika og Asia - har fólk hava hug at koma til ríkidømið, sum Evropa hevur - eitt ríkidømið, sum í stóran mun er bygt á virðir úr fyrrverandi hjálondunum í Afrika og Asia.
Høgni Hoydal heldur, at stórpolitiska endamálið við Schengen-skipanini er sera ivasamt og einki hugaligt.
Men hóast hesar viðmerkingarnar, so vil Landsstýrismaðurin ikki mæla løgtinginum frá at fara uppí skipanina, og tað eru eisini fyrimunir og góð endamál við Schengen-samstarvinum. Tað er ein sannroynd, at neyðugt er við samstarvi millum londini í Evropa um at byrgja fyri brotsverkum, sum fara um landamørk í dag, vísir landsstýrismaðurin á.
- Fyri Føroyar er ikki nógv í at velja. Annaðhvørt verða vit knýtt uppí skipanina, ella kunnu vit standa uttanfyri ?ringin? og skulu so gjøgnum strangt eftirlit til tess at sleppa innum, vísir hann á.
Felags skráseting
Tað verður løgreglan í Føroyum, sum kemur at taka sær av stranga eftirlitinum, sum Schengen-samstarvið krevur. Løgreglan skal tryggja, at persónar, sum koma frá londum uttanfyri Schengen, verða kannaðir væl. Og løgreglan skal eisini taka sær av tí partinum, sum snýr seg um eina felags skráseting millum øll Schengen-londini.
Talan er um eina telduskipan, sum skrásetur brotsverk og brotsfólk í øllum Schengen-londunum. Løgreglurnar í øllum londunum hava atgongd til hesa skipanina, og tær hava eisini skyldu at skráseta og lata víðari upplýsingar um revsiverd viðurskifti.
Schengen-sáttmálin merkir eisini, at løgreglurnar í einstøku londunum hava loyvi til at steðga og kanna persónar inni í landinum og biða um samleikaprógv og prógv fyri uppihaldsloyvi. So har passið nú skal vísast við markið, skal tað eftir 25. mars vísast mitt á gøtuni, um løgreglan krevur tað.
Ein onnur broyting við Schengen-samstarvinum er, at løgreglur í øðrum londum fáa ávísar heimildir til at jagstra brotsmenn inni í hinum limalondunum.
Av tí at tíðarfreistin er stutt, til norðurlondini fara uppí samstarvið, hevur løgmálaráðið heitt á ríkisumboðið um at leggja málið fyri landsstýrið skjótast gjørligt, so tað kann verða avgreitt í góðari tíð.