Tað er komið púra óvart á Kasper Schmeichel, at felag hansara, Leeds United, hevur góðtikið eitt boð frá Leicester City upp á málverjan.
Leeds United váttaði í gjár, at ein ikki uppgivin upphædd, mett at liggja um níggju milliónir krónur, varð góðtikin fyri Schmeichel.
Simon Grayson, managari, heldur, at talan er um ein góðan handil fyri Leeds, eftirsum Kasper Schmeichel bert hevur eitt ár eftir at verandi sáttmála.
24 ára gamli Schmeichel segði í einari fráboðan: Tá seinasta kappingarár endaði, bundu bæði Leeds United og eg sjálvur okkum til at virða seinasta árið av sáttmálanum og saman royna at vinna uppflyting við Leeds United.
Tað er tí eitt stórt vónbrot fyri meg at frætta, at Leeds hevur góðtikið eitt boð frá Leicester.
Eg vil fegin sláa fast, at eg ikki havi biðið um at sleppa burtur, og heldur ikki havi eg avvíst einum nýggjum sáttmála, tí eg havi ongan fingið í boði, sigur Kasper Schmeichel við Sky Sports.
Eg eri settur í eina trupla støðu og fari at brúka komandi dagarnar at umhugsa møguleikarnar, sigur Kasper Schmeichel.