Tað eru í ár liðin 200 ár, síðani Franz Schubert varð borin í heim. Aldubáran hevði fyrr í ár eina konsert við verkum eftir hetta gitna eysturríkska tónaskald. Tann konsertin varð væl fagnað og fekk sera góð ummæli.
Á konsertin tann 19. verða verk fyri klaver og strúkarar á skránni. Eftir steðgin verður tann vælumtókta »Forellen«-kvintettin at hoyra.
Úr Aldubáruni luttaka Jóhannes Andreasen, klaver, og Sámal Petersen & Øssur Bæk, fiól. Afturat sær hava teir tríggjar frálíkar tónleikarar. Tað eru Sune Ranmo úr Noregi, bratsj, Hege Waldeland úr Svøríki, cello og Robert Sonne úr Danmark, kontrabass.
Tiltakið er fingið í lag við munagóðum stuðuli frá Føroya Banka.
Henda konsertin verður tann seinasta hjá Aldubáruni í ár.