Seðlarnir koma klokkan átta

Grindin, sum legði beinini í Funningsfirði í dag, er nú merkt og avgjørt er, a seðlarnir koma út á bryggjuni í funningsfirði í morgin árini klokkan átta.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at 167 hvalir eru merktir og teir verða býttir í drápspartar.

Nakað verður eisini til heimapartar, men enn er støða ikki tikin til, hvussu víða tað verður býtt til heimapartar.??Nakrir springarar vóru eisini upp í grindabólkinum, men teir vórðu sleptir avstað aftur.