Nú er greitt, at seðlarnir til grindina í Havn koma út klokkan 21 í kvøld á Vestara Bryggju.
Grindin telur 145 hval á 1419 skinn og verður býtt í 773 drápspartar og heimapart til smærru plássini í kommununi. Heimaparturin er 0,5 skinn, og hvør drápsparturin er 1 skinn. (Í áðni stóð at lesa, at drápsparturin var 0,5 skinn, men tað er ikki rætt og eigur at vera 1 skinn)
Hesar bygdir fáa heimapart:
Hestur
Hvítanes
Kaldbak
Kaldbaksbotnur
Kirkjubøur
Koltur
Nólsoy
Norðradalur
Sund
Syrðadalur
Velbastaður
Staðbundin fólk í bygdunum hava fingið boð um at skipa býtið í bygdunum.