Ein orrusta í Funningi millum funningsmenn og Sea Shepherd førdi í dag til, at tríggir politibilar komu norður til Funnings at greiða málið.
Tað var tá funningsmenn skuldu flota bát, at teir ikki fingu drigið bátin úr dráttinum, tí ein bátur hjá Sea Shepherd lá fyri dráttin. Tá so funningsmenn loystu bátin hjá Sea Shepherd, varnaðust teir, at Sea Shepherdfólkini stóðu burturifrá og filmaðu. Og tað fall ikki í góða jørð.
Ein av funningsmonnunum fór eftir Sea Shepherdfólkunum, og tók myndatólið frá teimum, tá teir ikki vildu sletta upptøkurnar.
– Vit fingu boð frá Sea Shepherd um, at okkurt var á vási. Men tá vit komu á staðið varð greitt, at hetta als ikki var eitt mál fyri okkum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Vakthavandi sigur seg hava skilt, at upptøkurnar vórðu slettaðar, og at Sea Shepherd fekk myndatólið aftur.
– Einki er skrivað, og einki mál verður burtur úr hesum, tí partarnir greiddu málið sínamillum, sigur vakthavandi.