Næsta vikuskiftið verður árligi Fólkafundurin hildin í Runavík. Hugskotið við tiltakinum er at savna politiskar flokkar, áhugafeløg, mynduleikar og einstaklingar á einum og sama staði at tosa saman um ymisk samfelagslig viðurskifti. Sagt verður, at Fólkafundurin er ein festivalur fyri fólkaræðið.
Og hesin festivalur umfatar eisini umhvørvisfelagsskapin Sea Shepherd, ið hevur verið í Føroyum alt summar.
Sea Shepherd hevur biðið um pláss á Fólkafundinum, og fyrireikararnir hava játtað teimum at verða við.
Sea Shepherd fer at hava bás á Fólkafundinum, og tey fara eisini at skipa fyri einum kjaktiltaki.
Hetta hendir, samstundis sum uppskot er í løgtinginum um at skapa lógarmøguleikar fyri at nokta felagsskapum sum Sea Shepherd atgongd til Føroyar.