Hóast korona enn herjar um allan heimin, og stórar avmarkingar eru í óásetta tíð í ferðavinnuni, ætlar Sea Shepherd nú at senda eina rúgvu av fólki til Føroya í summar at mótmæla grindadrápi.
Aktivistafelagsskapurin hevur fyri løtu síðani kunngjørt nýggju kapanjuna fyri summarið "Operation Bloody Fjords 2021", sum hevur til endamáls at steðga grindadrápinum í Føroyum.
Sea Shepherd var eisini til staðar í Føroyum í fjørsummar, tá sama kampanja fyri 2020 var. Sum skilst fekk felagsskapinum samband við nøkur føroysk viðhaldsfólk, ið vístu Sea Shepherd sín stuðul.
– Í ár fara vit at gera alt, vit kunnu, fyri at fáa enn fleiri føroyingar at vísa sína ónøgd um grindadráp, at stuðla Sea Shepherd kampanjum kring heimin og at byrja eitt nýtt "Sea Shepherd Føroyar" ævintýr, sigur Sea Shepherd.
Herferðin í summar verður við fleiri Sea Shepherd umboðum úr Danmark og Norðurlondum enn nakrantíð áður, sigur felagsskapinum.
"Operation Bloody Fjords" er eitt átak, sum hevur koyrt síðan 2016. Síðan tá hava umboð fyri Sea Shepherd verið í Føroyum á hvørjum ári fyri at taka myndir og film av grindadrápinum fyri síðani at leggja tað út á sosialar miðlar, umframt at senda tíðindaskriv til altjóðu tabloid-pressuna, sum púra ókritiskt hevur prentað tíðindini um "barbararnar í Føroyum" - sum nógvar yvirskriftir hava ljóðað.
Sea Shepherd kallar hetta fyri at "dokumentera" grindadrápið í Føroyum, tí tey vilja hava restina av heiminum at seta trýst á føroyingar, so vit gevast at drepa og eta grind.
Sjálvt um missiónin hjá teimum ikki tykist rigga serliga væl, so blíva tey við ár fyri ár - og nú ætla tey so at koma mannsterk aftur hendan vegin.
Um landamørkini eru latin upp sum vanligt til ta tíð, og um kravið um sóttarhald enn er galdandi tá, ella um onnur krøv og tilmæli verða sett í gildi áðrenn tá, vita vit enn ikki.