Ídnaður
Felagið Sea Star Contractors hevur sløk fimm ár á baki. Tað vóru brøðurnir Jákup Martin og Høgni Kjeld, sum stovnaðu felagið á sumri 2003.
Undan stovnanini, hevði Jákup Martin eitt nú starvast í byggi-og entreprenørvinnuni, og Høgni hevði serliga fingist við at veita kavara-og sveisitænastur.
Sea Star byrjaði, sum navnið sigur, serliga sum felagið, ið fekst við skip og havnaløg, havnabyggingar og dýpingar.
Brøðurnir byrjaðu meira at kalla einsamallir í felagnum, men sum frá leið vaks felagið um sítt virksemi, bæði í Føroyum og uttanlands.
Í dag hevur Sea Star Contractors eini 50 fólk í starvi, harav stjórin Jan Danielsen og eitt annað fólk eru á skrivstovu felagsins.
Jan byrjaði at arbeiða hjá Sea Star Contractors, meðan felagið hevði stórt virksemi í Grønlandi. Hetta var á sumri í 2006, og 1. november sama ár varð hann settur stjóri.
Teir, sum eiga felagið, eru framvegis brøðurnir Jákup Martin og Høgni Kjeld.
Størsta djúphavn
Í Grønlandi bygdi Sea Star Contractors eitt nú størstu djúphavn, sum er bygd í landinum. Hetta er ein 330 metrar langur og 40 metrar breiður pierur í Fiskifjørðinum, sum liggur millum Nuuk og Maniitsoq. Felagið hevur eisini verið við í fleiri øðrum størri og smærri byggiarbeiðum í Grønlandi.
Størsta virksemið seinastu tíðina hevur verið í Hovi, har felagið hevur gjørt betongarbeiði til byggingina av nýggja miðnámsskúlanum, eins og felagið hevur bygt nøkur sethús og hevur stoypt fleiri sethúsagrundir.
Umframt at Sea Star Contractors serliga hevur sína styrki innan betongarbeiði, veitir felagið framvegis kavara-og sveisitænastur undir navninum Sea Star Diving.
Aðrar uppgávur, sum felagið eisini átekur sær, er reinsan og poleran av eitt nú skipsskrokkum, skrúðum og alinótum. Felagið hevur útgerð til at kanna skipsskrokkar og havnalegur við video-og myndaupptøkum og kann gera tjúkdarmátingar av stáli í tangum, rørum, skipum og spunsbryggjum.
Fyri einum góðum ári síðan fór felagið eisini í holt við at reka persónbilaverkstað í leigaðum hølum hjá OCD í Saltangará, har fýra mans eru til arbeiðis á verkstaðnum, ið eisini hevur dekksølu.
Spennandi tíð
Størsta og mest spennandi verkætlanin, sum felagið í hesum døgum er í holt við, er byggingin av høllini á nýggja ídnaðarøkinum hjá Nes kommunu inni á Rætt.
Hetta er ein byggihøll, sum hevur eina gólvvídd, ið er tilsamans 800 fermetrar – við hølum til fyrisiting á 200 fermetrum í ovaru hæddini.
- Vit fara at brúka 600 fermetrar av gólvvíddini til framleiðslu av betongelementum og betongdekkum, meðan bilaverkstaðurin kemur at húsast í teimum seinastu 200 fermetrunum.
Jan Danielsen, stjóri, sigur, at teir eru sera spentir upp á hetta virksemi, ið teir vænta kemur at geva felagnum stórar møguleikar.
- Vit hava arbeitt við hesum hugskoti í eini tvey ár, og í summar stendur byggihøllin liðug.
Hann sigur, at Sea Star Contractors við hesum verður heildarveitari av betongi og betongarbeiði.
- Vit fara serliga at leggja okkum eftir sethúsamarknaðinum. Í høllini fara vit at stoypa elementir til sethúsagrundir og dekkelementir, samstundis sum vit kunnu fara út í økini við nýggjum og nútímans forskallingum, ið vit keyptu til arbeiði í Hovi.
Jan vísir á, at viðskiftafólk fara at kunna velja, um tey vilja hava grundina úr elementum, sum verða stoypt í høllini – ella, um tey ynskja, at grundin verður stoypt upp á staðnum.
- Í høllini kunnu vit stopa elementir til einar 2-3 grundir um vikuna, og nýggju forskallingarnar eru so stórar, at vit við teimum kunnu stoypa einar tríggjar ymiskar sethúsagrundir á staðnum í senn.
Betong úr hádygd
Sea Star Contractors hevur eisini keypt eina nýggja, nútímans og teldustýrda betongblandistøð, sum felagið hevur brúkt í Hovi. Hendan stendur nú inni á Rætt og verður brúkt í framleiðsluni av betongelementum og betongdekkum.
- Við nýggju støðini fáa vit betong av hágóðsku, har øll blandingin verður púra eins. Viðskiftafólk fáa ta blanding av betongi, tey vilja hava. Útprint verður av hvørji blanding, eins og laboratoriuroyndir verða gjørdar undir øllum arbeiðnum.
Jan sigur, at felagið longu nú er farið undir framleiðslu av dekkelementum úr betongi, og hann væntar, at teir kunnu lata tey fyrstu elementini til sethúsagrundir innan heilt stutta tíð.
Áðrenn byggihøllin er liðug og klár at taka í nýtslu, stoypir felagið dekkelementini uttandura.
- Ætlandi verður okkara lutur eisini at seta elementini upp fyri viðskiftafólk, og fyrimunirnir við elementum er, at ein sethúsagrund kann koma upp at standa eftir einum ella tveimum døgum – alt eftir, hvussu væl fyrireikingararbeiði er gjørt.
Stjórin í Sea Star Contractors sigur, at ein
annar fyrimunur við elementunum er, at tey eru púrasta sløtt, tí tey verða stoypt á borðum við stálplátum liggjandi undir.
Kappingarførir prísir
- Vit vænta, at prísmunurin á eini sethúsagrund úr elementum og eini grund, sum verður stoypt á staðnum, verður lítil ella eingin, og tað er eingin ivi um, at vit fara at vera kappingarførir á marknaðinum, sigur Jan Danielsen.
Á nýggja elementvirkinum og bilverkstaðnum fara væntandi eini 10 fólk at arbeiða.