Millum 2016 og 2021 royndi Sebastian Pingel seg bæði í B36 og HB.
Seinasta hálvannað árið hevur hann spælt við AC Horsens í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, har hann hevur skotið hevur skotið 21 mál í 50 dystum.
Nú hevur 32 ára gamli áleyparin gjørt trý ára sáttmála við Strømsgodset, og gerst harvið liðfelagi hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge.











