PRÀT
Tað eru ikki nógv onnur enn brasilianskir fótbóltsleikarar, sum sleppa undan eftirnøvnum til dagligt. Men danski Sebastian hevur hendan rætt.
Hann hevur skrivað tónleikin til sangleikin um Ronju Ránsmannadóttir, sum verður frumsýnt í føroyskari útgávu 5. november.
Tað var Sebastian sjálvur, sum vendi sær til Niels Halm, stjóra fyri Norðurlandahúsið, við hugskotinum um at framføra Ronju í Føroyum.
- Eg kenni væl Niels. Hann var manager hjá mær fyrst í áttatiárunum, og vit hava síðani samstarvað javnan. Ikki minst tí eri eg sera glaður fyri at vera her, sigur Sebastian.
Hann steðgar í Føroyum í nakrar dagar, og hann lovar ikki at blanda seg.
- Eg ætli mær bara at hyggja at og kanska geva okkurt gott ráð, sigur Sebastian.
Hann hevur fyri sovítt givið føroysku fyrireikarunum frítt spæl, men hann leggur dent á, at tann poetiski andin verður varðveiddur.
- Tað, sum eg havi sæð higartil, hevur verið sera gott, sigur Sebastian, ið vit fangaðu í Skansastovu mikumorgunin..
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lindgren dámdi einki
Tað var í 1989, at Sebastian fór til Svøríkis fyri at práta Astrid Lindgren um hugskotið at gera sangleik við støði í hennara víðagitnu søgu um Ronju Ránsmannadóttir. Men tað var ikki uttan víðari, at Sebastian kundi fara víðari við ætlanunum. Tí Astrid Lindgren var einki fyri, at tónleikur og sangur skuldu fylla helvtina av tíðini í einari pallseting av hennara søgu.
- Eg royndi tó at greiða nærri frá, hvat eg hevði ætlað mær. Hon gekk síðani við til at hoyra tveir sangir, og tá dámdi henni betri. Tá eg seinni gjørdi sangleik burturúr søguni um Pippi, so var eingin trupulleiki, sigur Sebastian.
Leikurin um Ronju hevur verið sýndur fleiri staðni í Danmark og eisini í øðrum Norðanlondum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stór framleiðsla
Heili seksti fólk verða við í føroysku pallsetingini av kenda sangleikinum. Saman við Skeyk og leikinum um Jósef og hansara dreymakot, er hetta ein av størstu sangleiks framførslunum í Norðurlandahúsinum.
Sambært Sebastian sjálvum er leikurin eins nógv fyri vaksin sum fyri børn.
- Tað hevur víst seg, at foreldur elska at taka síni foreldur við til hendan leikin, sigur Sebastian.
Hann sigur, at tónleikurin er ein góð samanrenning av poppi, rokki og meira lyriskum tónleiki.
- Eg haldi, at søgan um Ronju er ein tílík Romeo og Julie søga, sum hevur nógv løg og siga eina øgiliga góða søgu, sigur Sebastian.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sangleikir burturav
Í dag fæst Sebastian so at siga burturav við sangleikir. Hann hevur skrivað og staðið fyri einum tíggju sangleikum, so vítt hann minnist.
- Eg gjørdi mína síðstu poppútgávu fyri nógvum árum síðani. Nú fáist eg mest við sangleikir, sigur Sebastian.
Hansara nýggjasta verkætlan er ein sangleikur um søguna Molatten eftir H.C. Andersen.
Mynd: Sebastian nýttist í sínari tíð at yvirtala Astrid Lindgren um at sleppa at gera Ronju til sangleik.
Mynd: Jonhard Hammer