Stjórin í italsku náttúruvanlukkutilbúgvingini, Luciano Maiani, hevur í sagt seg úr starvinum, eftir at ein dómstólur hevur dømt seks vísindafólk og ein embætismann seks ára fongsul fyri manndráp, tí tey ikki ávaraðu um jarðskjálvtan, sum var í býnum L'Aquila í apríl í 2009.
Jarðskjálvtin í L'Aquila var 6,3 á Richterstiganum og kravdi 309 mannalív. Eina viku frammanundan var ein veikur skjálvti, og rætturin helt, at hetta átti at havt fingið vísindafólkini at ávara um tað, sum hendi eina viku seinni.
Luciano Maiani sigur, at hann kann ikki halda fram at arbeiða undir so truplum umstøðum. Hann vísir á, at tey dømdu eru fakfólk, sum gjørdu tað, sum tey hildu vera rætt, og at eingin teirra hevði nakran persónligan vinning av ráðunum, sum tey góvu.
-Vísindafólk hava altíð sagt, at tað er ógjørligt at boða frá einum jarðskjálvta frammanundan. Tað, sum nú er hent, fer at gera, at einki vísindafólk fer at geva tí almenna ráð, sigur Maiani við blaðið Corriere della Sera.
Luciano Maiani, sum er heimskendur vísindamaður, var forstjóri í kjarnorkuroyndarstøðini Cern í Sveis frá 1999 til 2003.
Italska tíðindastovan Ansa skrivar, at fleiri fara væntandi at taka sama stig sum Maiani.