Somikið greiðar eru treytirnar, nú sandoyingar koma vestur at dystast sunnudagin.
Á heimaliðinum eru teir eisini fullgreiðir um álvarsligu støðuna, og spurningurin er so, um teir eru til reiðar at taka dystin upp.
Situr í høvdinum
- Spurningurin er í stóran mun, um vit mentalt eru til reiðar at spæla ein somikið týdningarmiklan dyst. Orðini eigur Albert Ari Thomassen, sum umframt at vera liðskipari, eisini er mest royndi leikarin hjá vágamonnum.
- Vit vita allir, hvat stendur upp á spæl, men hinvegin, hevur hvørki spæl ella úrslit verið nøktandi í seinnu kappingarhálvu, men hetta skal so betrast sunnudagin, heldur Ari.
Hann sigur annars, at vágamenn hava so at siga allar mans tøkar undan dystinum. Tór-Ingar Akselsen fekk skaða, tá vágamenn fyri einum mánaði síðani spældu móti B36, og síðani tá hevur hann ikki verið við.
Hesa vikuna hevur hann tó vant nakað, men hóskvøldið var ikki greitt, um hann fór at vera á vøllinum sunnudagin.
Vágamenninir vóna tó, at unga stjørnuskot teirra verður til reiðar at tørna út, tí hóast hann ikki fær verið í fyllari dystarvenjing, er einki at taka seg aftur í, at hann er besta kort teirra í framrættaða spælinum, og hetta er júst tað, sum vágamenn hava tørv á. Ein javnleikur er snøgt sagt ov lítið, orsakað av innahýsis úrslitunum í dystunum móti sumbingum.
Fara eftir stigunum
Sandoyingar eru eisini fullgreiðir um týdningin, sum dysturin hevur fyri vágamenn, og teir ætla sær so avgjørt ikki at taka nakað fyri givið, áðrenn farið verður á vøllin.
- Hetta er seinasta útkall hjá teimum, so lætt verður tað undir ongum umstøðum. Tað hevði tó eisini verið ógvuliga naivt av okkum, um vit tóku lætt upp á nakran dyst yvirhøvur, sigur liðskiparin hjá B71, Eli Hentze.
Eitt er, at hetta er seinasta útkall hjá vágamonnum, men sandoyingar skulu hinvegin heldur ikki kenna seg ov tryggar. ? Tað skal vilja ófatuliga illa til, um so er, at vit flyta niður, men so leingi møguleikin er á pappírinum, so er hann altso har, heldur Eli, og leggur dent á, at teir ætla sær trý stig sunnudagin.
- Tað gera vit hvørja ferð vit fara á vøllin, men at so ikki hevur eydnast so væl, er ein onnur søga, sigur liðskiparin hjá B71.
Eisini hjá gestunum eru so at siga allir mans tøkir. Jón Brekku hevur sitið sítt leikbann av sær, og er tí til reiðar at fara aftur á aftasta mannin, so líkt er til, at talan verður um á leið sterkastu uppstilling.
Einasta undantakið tykist vera Alex Nielsen. Hann hevur havt onkran snudd í knænum, og tá vit frættu av Sandi, var ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla sunnudagin.