Samferðsla
á Vestmannsundi:Næstu ferð verður tað undir Sundið, stevnugestirnair koma til Vestanstevnu í Vágum. Stevnan komandi vikuskifti verður tann seinasta, ferjan siglir um Vestmannsund.
?Ikki tí, at Vestanstevnan er nakað serlig, um vit hugsa um trýstið á ferjuna, sigur Sofus Jacobsen, skipari á Ternuni. Tað er líka stórt øll onnur vikuskifti um summarið og fyri tann skuld mitt í viku eisini.
Seinasti bilurin í bíðirøðini á Oyrargjógv er komin umborð, og teir rópa av dekkinum upp til skiparan, at nú fer portrið aftur.
Sofur Jacobsen, skipari, ger klárt at bakka frá, men hyggur so, mestum av vana, suður móti Fútakletti.
?Steðga eitt sindur, rópar hann so aftur, har kemur ein bilur afturat.
Jú, rætt er. Har kemur ein bilur við nógvari ferð oman av stóra svinginum við tunnilsvegin. Ætlar sær ivaleyst at náa ferjuna hendan túrin, men er í seinna lagi sambært ferðaætlanini. Men teir bíða, og bilurin sleppur við.
?So lata vit aftur, rópar skiparin, og Ternan bakkar frá ferjuleguni. Samstundis sum bógportrið verður afturlatið, vendir hon sum ein knarvi á Sundinum og setir kós móti Vestmanna.
Tann, sum av og á - fyri ikki at tala um regluliga - ferðast um Vestmannasund, sannar skjótt, at tað er verri enn so altíð, at tíðirnar í ferðaætlanini halda. Ikki tí, at siglt verður ov lítið. Heldur ov nógv. Tí tað er mestsum ikki dagur, at ikki fleiri eykatúrar verða sigldir, tí bíðirøðinar eru so langar báðu megin Sundið.
Og hóast onkur steðgur er lagdur millum túrarnar, er minni enn so altíð, at manningin fær ein steðg. Heldur verður tað soleiðis, at hesir steðgir, ið vera skuldu, gera tað møguligt at koma inn aftur í ferðaætlanina.
?Ikki er óvanligt, at vit ein arbeiðsdag upp á 16- 18 tímar sigla einar 22-24 túrar, greiðir skiparin frá.
Sum onnur vikuskifti
Vestanstevnan er einki undantak soleiðis, tá hugsað verður um trýstið á ferjuna, sigur Sofus Jacobsen, skipari.
Vanliga er tað so, at meðan skúlaferiurnar eru, er eitt stórt samanhangandi trýst á okkum, sigur hann. Fólk ferðast heilt nógv hesa tíðina.
Tað er eingin munur soleiðis á stevnunum og vanligum vikuskiftum annar enn tann, at tá stevnan er, koma nakrir kappróðrarbátar um Sundið.
Men teir eru ikki so nógvir kortini, heldur skiparin á Ternuni. Vestmanna- og Kvívíksbátarnir eru tað fyri tað mesta. Restin fer til Havnar og haðani við Smyrli til Miðvágs.
At Smyril siglir, hálpir væl til hesar dagarnar, tí hevði hann ikki verið, høvdu hóast alt eini fimmhundrað fólk ella meira, komið aftur at um Vestmannasund, og so hevði talan verið um ein »spíssbelastning«.
Strandferðslan hevur gjørt av, at Sam skal sigla um Vestmannasund hesa seinastu Vestanstevnuna, áðrenn undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk. Tað fer ivaleyst at fáa nakað av fólki at gera túrin vestur, tí tey tá vita, at ferðslan gongur sjótari um Vestmannasund, tá tvey skip sigla.
Annars siglir Ternan eykatúrar eftir ferðaætlanini, tá stevna er. Seinasti túrur av Oyrargjógv verður klokkan 23.00.
Fara at flyta
Hóast siglingin um Vestmannsund verður niðurløgd, tá Undirsjóvartunnilin veður tikin í brúk, verða hvørki Ternan ella manningarnar arbeiðsleysar, sigur Sofus Jacobsen seg hava frætt. Hann sigur, at tey skulu sigla um Leirvíksfjørð aftur at Dúgvuni. Hvussu verður við Sam, veit hann tó ikki at siga.
Vit koma inn á Vestmanna, og stýrimaðurin, sum eisini hevur verið á brúnni, meðan siglt varð um Sundið, fer niður á dekkið at lata lúkuna upp, so bilar og fólk kunnu sleppa í land.
Fartelefonin á brúnni ringir, tá bilarnir eru byrjaðir at koyra í land. Einir fimm minuttir eru eftir, til siglast skal yvir aftur á Oyrargjógv.
Tað skilst á skiparanum, at tann, sum í hinum endanum var, var ein bussførari, sum var staddur í so langt frá Vestmanna, til at hann kláraði at verða umborð til tíðina, tá siglast skuldi.
Hann fekk ordrar til at skunda sær, so skuldi skipið bíða einar fimm minuttir eftir honum.
Tað gjørdi hann so. Skundaði sær. Sóu vit, tá hann kom oman Millum Gjáir. Jú, hann slapp eisini við.
Og Ternan legði aftur á Sundið einaferð enn. Hesaferð einar fimm-tíggju minuttir seinkað í mun til ferðaætlanina. Og ivaleyst hevur onkur niðri í salongini illneitast um tað.
Men stýrimaðurin kom aftur á brúnna, tá loyst var. Hann ringdi til Strandferðsluna og gav upp, hvussu nógvir bilar og fólk vóru við hendan túrin.
So Strandferðslan kann hava hagtøl, sum vísa, hvussu nógv fólk ferðast um Vestmannasund.
?Og tað verður rættiliga nógv meira, tá holið kemur, heldur stýrimaðurin. Teir rokna væntaðu ferðingina út eftir tí, sum vit flyta. Men tað kemur slett ikki at standa mát, er hann ivaleysur í.
Teir eru als einki keddir av, at teir skulu gevast at sigla um Vestmannasund og flytast aðrastaðni. Heldur fegnast teir við vágafólki, sum nú endiliga fær tað fasta sambandið, sum so leingi hevur verið ávegis.
Vestanstevna ella ikki. Bíðirøðin er long, tá vit koma aftur á Oyrargjógv, Og enn er bussurin við flogferðafólkinum ikki komin. Ella báðir tveir. Hvør veit?