Seinasti leiðarin í Sovjettsamveldinum er deyður

Hann var ein høvuðsmaður í arbeiðnum at taka jarnteppið niður

Seinasti leiðarin í gamla Sovjettsamveldinum, Mikhail Gorbachev, er deyður. Tað skriva miðlarnir úti í Heimi í kvøld. Hann var 91 ár nú hann doyði, eftirat hann hevur verið innlagdur á høvuðssjúkrahúsið í Moskva.

 

Gorbachev tók við valdinum í Sovjettsamveldinum í 1985 við tí endamáli at lata samveldið upp fyri vesturheiminum. Hann stóð fyri fleiri grundleggjandi broytingum í Sovjettiska samfelagnum undir heitunum Glasnost og Perestrojka og endamálið fyri at bøta um búskapin og fyri at styrkja fólkaræðið.

 

Hann gjørdi avdubbingaravtalu við USA og tók sovjettiskar hermenn úr Avghanistan. Hann sýtti eisini fyri at seta sovjettiska herin at spjaða mótmælisgongur í øðrum eysturevropiskum londum. Sostatt var hann ein av høvuðsmonnunum aftanfyri, at jarnteppið ímillum eystur og vestur, varð tikið niður, soleiðis at fólk kundu ferðast frítt ímillum.

 

Hann sat til 1991, men tá hevði hann mist tamarhaldið á støðuni og varð koyrdur frá og í kjalarvørrinum á tí syndraðist Sovjettsamveldið.