Seinasti tíðindafundurin hjá Hodgson sum landsliðsvenjari

Tað var ein vónbrotin, men fattur Roy Hodgson, sum boðaði frá á tíðindafundi, at hann leggur frá sær, sum venjari Onglands

 

Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson hevði tíðindafund lítla løtu aftaná sjokktapið ímóti Íslandi í minniligu EM áttandapartsfinaluni í Nice, sum Ísland vann 2-1.

 

- Eg eri ógvuliga vónbrotin, tað er sjálvsagt aftaná úrslitið í kvøld, og um støðuna, sum hevur ført til, at vit nú ikki longur eru partur av EM-endaspælinum. Vit hava ikki spælt okkum víðari, sum eg trúði, at vit fóru at megna, og tað kann sjálvandi ikki góðtakast, segði Roy Hodgson aftaná tapið ímóti Íslandi.

 

Roy Hodgson heldur, at hann og hjálparvenjararnir hava gjørt eitt gott arbeiðið seinastu fýra árini at fáa uppá beinini eitt yngri landslið, sum er kappingarført, men sigast kann ikki, at unga enska landsliðið var serliga kappingarført ímóti klókt spælandi íslendska liðnum. 

 

Roy Hodgson megnaði 33 sigrar, 15 javnleikir, og bert átta tap, sum venjari hjá Onglandi. men við bert einari EM-áttandapartsfinalu í 2016, og bert einari luttøku í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í 2014 í Brasil, so er ikki talan um nakað avrik, sum nærkast Alf Ramsey, sum vann HM við Onglandi í 1966, ella Bobby Robson, sum rakk HM-fjórðingsfinaluna í 1986, og HM-hálvfinaluna í 1990 við Onglandi.