Haraldur kongur var sjónliga tyngdur, tá hann helt røðu á minningarhaldinum í Oslo í dag til minnis um tey, sum doyðu í yvirganginum tann 22. juli. Minningarhaldið fyri teimum 77, sum doyðu, var í Oslo Spektrum fyri 6.700 innbodnum.
-Teir seinastu fýra vikurnar hava verið tungar. Sum pápi, abbi og hjúnarfelagi kann eg so dánt ímynda mær pínu tykkara. Sum landsins kongur føli eg við hvørjum einstøkum tykkara, segði kongur, sum takkaði Jens Stoltenberg, forsætisráðharra og teimum nógvu, sum vóru til arbeiðis undir atsóknini.
-Mitt í sorgini havi eg tørv á at takka tykkum, sum vóru til arbeiðis sum bjargingarfólk, løgreglufólk, sløkkiliðsfólk, heilsustarvsfólk og sjálvboðin, sum kendu tað sum teirra skyldu at hjálpa, segði Haraldur kongur millum annað í røðu síni.