Seinkað flaggdagshald

Hóast flaggdagur var í gjár, verður flaggdagshaldið í London ikki fyrr enn komandi týsdag - Vit eru ikki í Føroyum. Vit liva í London, og mugu laga okkum eftir tí.

Tað sigur føroyski sendimaðurin í London, Sigmundur Isfeldt. Hann vísir til, at av tí at flaggdagurin í ár fall á ein fríggjadag, hava tey mett tað skilagott at flutt flaggdagshaldið til ein vanligan gerandisdag.

- Í London er tað soleiðis, at nógv av fólkinum, sum býr uttanfyri London, fer heim fríggjadag. Tí høvdu vit ikki fingið somu undirtøku til flaggdagshaldið, sum vit annars fáa ein vanligan gerandisdag, sigur Sigmundur Isfeldt.

Hann vísir á, at eitt av fremstu málunum hjá føroysku sendistovuni í London er at umboða Føroyar, og tí mugu slík tiltøk leggjast so lagaliga sum gjørligt.

- Hildu vit flaggdagshaldið í dag (í gjár, fríggjadag), høvdu vit kanska bert fingið føroyingar at møtt upp, og tað hevði verið eitt sindur spell, um almennu bretsku umboðini ikki komu til tiltakið, sigur Sigmundur Isfeldt.

So fyri at fáa sum mest burtur úr verður flaggdagshaldið í staðin hildið týsdagin 29. apríl.

Sunnudagin fara Høgni Hoydal og tveir embætismenn til London fyri millum annað at verða við í hátíðarhaldinum.