Seinkingar í flogferðslu fara at sjeyfaldast

Ferðslan veksur skjótari, enn tøknin kann fylgja við

Í 2017 vaks flogferðsan í Europa við fýra prosentum, og miðalseinkingin vaks við sjey prosentum.

Tað skrivar DR. 

Sambært Eurocontrol fer hendan gongdin at halda fram komandi árini. Í einari frágreiðing, sum Reuters endurgevur, verður sagt, at talið á seinkingum, sum eru upp til tveir tímar, fer at sjeyfaldast fram til 2040.

Eurocontrol vil vera við, at núverandi skipanir í luftini og á jørðini megna ikki at fylgja við stóra vøkstrinum í flogferðsluni í Europa.