Seinnapartin fara teir at stríðast um toppin

Føroyski stórmeistarin fer seinnapartin at telva ímóti íslendska altjóða meistaranum, sum higartil hevur vunnið fulla úrtøku

Altjóða talvkappingin í Runavík er í hæddini. Klokkan 15 verða fyrstu leikirnir fluttir í sætta umfari. Serligur spenningur er um talvið, har føroyski stórmeistarin er annar parturin. Helgi Dam Ziska fer seinnapartin at telva ímóti Gudmundi Kjartanssyni.

Higartil hevur tað gingið sum eftir ánni hjá íslendska IM aranum, sum eftir fimm umfør er fremstur við fullari úrtøku. Styrkistalið hjá Gudmundi er 2438, meðan tað hjá GM Helga Dam Ziska er 2551. Helgi er eitt stig aftanfyri Gudmund, og harvið er møguleiki hjá Helga við sigri í innanhýsis uppgerðini seinnapartin at leggja seg upp á síðuna av íslendingunum, sum í gjár vann á spanska stórmeistaranum Miguel Munoz.

 

 

Í gjár telvaði Helgi ímóti danska stórmeistaranum Jakob Vang Glud. Teir báðir eru liðfelagar í donsku liðkappingini. Í gjár vóru teir í tøttum stríði. Í endaspælinum var Helgi, sum sat við svarta fólkinum, kvnívskarpur, og tað endaði við, at Jakob Vang Glud (2506) gav skarvin yvir, tá ið kongurin var ein leik frá at vera settur í mátstøðu.

 

 

Saman við Helga Dam Ziska hevur IM Vladimir Hamitevici (2484) úr Moldova fýra stig. Í gjárkvøldið vann hann á Jesper S. Thybo (2348) úr Danmark. Í dag skal fer Vladimir Hamitevici at telva ímóti Jakob Vang Glud.

 

 

Næstu føroysku telvararnir í røðini eru Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Olag Berg, Silas Eyðsteinsson og Ólavur Simonsen, sum allir hava trý stig. Í dag telva Rógvi Egilstoft Nielsen og Ólavur Simonsen ímóti hvørjum øðrum og Silas Eyðsteinsson og Olaf Berg. Høgni Egilstoft Nielsen telvar ímóti Jesper S. Thybo.

 

 

Veteranurin John Rødgaard hevur 2 ½ stig. Í gjár tapti hann ímóti íslendska stórmeistaranum Johann Hjartarson, sum hevur 3 ½ stig. Í dag verður stórmeistara uppgerð millum Johann Hjartarson og Miguel Munoz. John Rødgaard fer í dag at telva ímóti Thorvardi Olafsson úr Íslandi, sum eisini hevur 2 ½ stig.

 

 

Svenski stórmeistarin Daniel Semcesen (2469) fer í dag at telva ímóti danska IM Nikolaj Mikkelsen (2466). Teir hava báðir 3 ½ stig. Í gjár endaði tað remis millum Daniel Semcesen og IM Simon Bekker-Jensen (2473) úr Danmark. Nikolaj Mikkelsen vann ímóti íslendska Gauti Páll Jonsson (2036).  

 

 

Tað er ókeypis atgongd til altjóða talvkappingina í Løkshøll.

 

 

Teir fremstu undan sætta umfari:

Gudmundur Kjartaonsson 5 stig.

Helgi Dam Ziska og Vladimir Hamitevici 4 stig.

Jakob Vang Glud, Miguel Munoz, Johann Hjartarson, Daniel Semcesen, Nikolaj Mikkelsen, Simon Bekker-Jensen og Throstur Thorhallsson 3 ½ stig.