Seinnapartin verður alt avgjørt

Fer tað at eydnast Keflavík við vágbinginum Símuni Samuelsen á liðnum at vinna fyrsta meistaraheitið í 35 ár. Hesin spurningurin hevur verið aktuellur alt hetta kappingarárið, tí Keflavík hevur mest sum alla tíðina verið á ovastu rók.

Kappingin hevur verið við FH av Hafnafirði, og seinnapartin í dag fæst greiða á, um tað verður Keflavík ella FH, sum verður meistari.

22. og seinasta umfar í Landsbankadeildini er á skránni, og Símun Samuelsen og Keflavík eiga heimavøll ímóti Fram, meðan FH fer at spæla á útivølli ímóti Fylkir.

Keflavík hevur 46 stig og málmunin 53-29, og FH hevur 44 stig og málmunin 48-25.

Á heimasíðuni hjá Keflavík verða allir teir, sum áður hava verið við til at vunnið meistaraheitið fyri Keflavík bjóðaðir at vera gestir seinnapartin, tá ið tað verður vónað, at felagið skal vinna meistaraheitið fyri fimtu ferð.

Higartil hevur Keflavík verið meistari í 1964, 1969, 1971 og í 1973.