Mánadagin 6. mai, fekk Fiskimálaráðið tilmæli um menningarkvotur, og tilsamans verða 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild latin sum menningarkvota fyri 2019.
Fiskimálaráðharrin, Høgni Hoydal, hevur tó ikki viljað sagt nakað um tilmæli síðani tað varð handað, og helst verður tað nú seinnapartin greitt frá innihaldinum.
Nøgdirnar fyri 2019 eru munandi minni enn menningarkvoturnar fjør, hóast bróðurparturin ikki varð fiskaður í fjør. Tó vórðu tríggjar menningarætlanir latnar fyri eitt fýra ára-skeið í fjør, umframt ein fyri tvey ár. Hesar skulu tískil hava burturav samlaðu kvotuni fyri í ár.
Sum skilst hava 37 søkt um menningarkvotu ár, og skuldu umsøkjararnir havt fingið svar mánadagin í farnu viku. Flestu umsóknirnar vóru um kvotu til sild og makrel, meðan ikki eins nógvar umsóknir vóru um svartkjaft.